Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Seinastu dagarnar er tað komið undan kavi, at fólk aftur eru í Føroyum at mótmæla grindadrápi.

Ofta hava hesi fólk so ymiska lívsáskoðan frá teirri vanligu føroysku, at tað neyvan gevur nakra sum helst meining at kjakast við tey. Tey vilja broyta okkum og okkara livihátt, tí teimum dámar ikki, at djór verða dripin og brúkt til matna. Heldur ikki fiskur, sjálvt um tað mest er grind, tey tosa um.

Helst man tað vera ein so púra øðrvísi bakgrund og manglandi innlit í okkara livikor sum er orsøkin.

Men tá hetta er sagt, so ger kanska onki um vit steðga á eina løtu og stinga fingurin í jørðina. Tí her koma fólk, og halda einum spegili upp framman fyri okkum og bjóða okkum av. Spyrja, um vit veruliga meina tað.

Gamalt var í Føroyum, at hann sum ikki leggur til síðis, tá hann hevur, hann tekur ikki til, tá hann krevur. Í hesum liggur, at tað er ikki skilagott at søpla burtur og oyðsla við øllum tí, sum vit eru vælsignaði við. Tí tað kann so skjótt vera, at tíðirnar broytast.

Alt er so ríkiligt nú á døgum. Og tá er skjótt og freistandi at blaka tað gamla burtur og bara fara eftir tí nýggjasta. At tøma kaggan á bláman og fylla nýtt og betri í.

Tað var ikki gamalt at blaka mat burtur í Føroyum.

Tað var óføroyskt.

Og tað eigur tað eisini at vera í dag.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo