Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað er í veruleikanum nærum tragiskt at hugsa sær.

Námsfrøðingarnir, sum nú bara gera tað sama sum sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í farna mánaða, tykjast ikki ordiliga at hava tað tyngd, tað gjøgnumslagskraft og kanska heldur ikki tann samhugan sum sjúkrarøktarfrøðingarnir undan teimum.

Arbeiðsgevararnir hava brúkt mótvápnið verkbann og hava í heila tikið verið meira kyniskir enn tilfellið var í síðsta mánaða. Kanska fyri at útarma verkfalskassan hjá pedagogunum, sum var hart royndur fyri bara fimm árum síðani.

Og tá tað í dag frættist, at partarnir eru farnir aftur til samráðingarborðið, so er tað eftir umbøn frá pedagogunum og ikki mótpartinum.

Kanska er tað bara verri at vera nummar tvey.

Vit halda, at øll skipanin við verkfallum er eitt sindur láturlig. Limirnir fíggja jú sjálvir tiltakið við allareiða skattaðum pengum.

Og fyri hvat?

Nakrar fáar krónur omaná lønina tá avtornar. Hvussu mann tann 'cost-benefit' frymilin síggja út sum vísir, nær eitt ávíst verkfall hevur loyst seg?

Vit hava áður á hesum staði róð framundir, at kanska átti øll tann almenna lønarskipanin at verið endurskoðað.

Summir starvsbólkar, pedagogarnir eru ein, sjúkrasystrarnar ein annar, tykjast bara at fáa minni í sín part, enn teimum átti at tilkomið, samanborið við onnur starvsfólk hjá tí almenna. Vit kunnu vera órein og nevna juristar, búskaparfrøðingar og samfelagsfrøðingar.

Alla virðing fyri teimum. Men hví er tað meira vert at sita við eitt alment skriviborð og gera....tað sum tey gera, enn tað er at vera um okkara sjúku, veiku og børnini, framtíðina?

Er ikki tíðin komin til at røra sleivina runt einaferð, halda aftur við almennu lønarútreiðslunum á øðrum staði, og so lata tey sum veruliga leggja kropp og sál í sítt arbeiði og mangan hava trupult við at smoyggja tað burturav sær tá tey hava frí, fáa meira í posan? 

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo