Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Í seinastuni hevur spurningur verið settur við, um tað er rætt at føroyskar fyritøkur lata út vinningsbýti, nú støðan er sum hon er av koronasmittuni. Eisini í tíðindastreyminum, har undirliggjandi logikkurin tykist vera, at hetta er "at skúma róman í eini tíð tá tað er lítið hóskandi".

Men tað gevur lítla meining at hugsa soleiðis.

Í Føroyum eru tað serliga tvær fyritøkur sum kunnu takast fram í hesum sambandi, Bakkafrost og BankNordik, sum báðar hava ætlað sær at útgoldið vinningbýti og sum báðar eru børsskrásettar, og tískil opnar hjá øllum at vera við í.

Men havast má í huga, at tað vinningsbýti, sum komandi aðalfundir skulu taka støðu til, er fyri árið í fjør. Tolnir íleggjarar hava sett pengar í fyritøkurnar við einum forvæntningi um avkast. Pengar sum so potentielt skulu finnast aðrastaðni, um teir nú kortini ikki koma.

Um nevnd ella aðalfundur tekur avgerð um, kortini ikki at útluta vinningsbýti fyri farna ár, so má tann avgerðin botna í, at fortreytir eru broyttar, framtíðin er vorðin meira óviss, og at tað opinlýst er í besta áhuga hjá partaeigarunum, at fyritøkan konsoliderar seg heldur enn at gjalda vinningsbýti út sum ætlað. Og ikki í onkrum sum mest av øllum minnir um øvund.

Tað er heldur ongin forðing fyri, at tey sum fáa vinningsbýti lata tað til arbeiðið at basa covid-19 sjúkuni. Tað kann landsstýrið, sum eigur umleið triðingin av BankNordik, gera við sín part av vinningbýtinum, sjálvsagt treytað av, at vinningsbýti verður útgoldið.

Tað er eisini vert at hava í huga, at tey sum hava sín búskap soleiðis skrúvaðan saman, antin tað so eru fyritøkur ella privatfólk, at vinningsbýti hevur nakran týdning, ofta ikki eru tey sum standa fremst í køini at biðja um hjálp frá almennum grunnum og kassum soleiðis sum støðan er blivin.

Og tað man vera longst sum best.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo