At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Vit standa á gáttini til eitt nýtt summar og harvið enn eitt nýtt ferðavinnuár. Tí hóast vit nú kanska hava fremmand ferðafólk, turistar, í Føroyum alt árið, so er tað serliga um summarið at tær stóru fjøldirnar av fremmandum, spentum og vónríkum ferðafólkum koma til landið.

Nú skulu vit smíða, ímeðan jarnið er heitt. Fiska, ímeðan fiskur er.

Men tað er eisini nú, at vit aftur byrja at hoyra hesar røddirnar, sum seinastu árini hava verið frammi og kært sína neyð, tí tey eru um at 'kvælast av ferðafólkum', sum tey siga.

Sjálvandi skulu vit lurta eftir hesum fólkunum, sum gera vart við, at tey ikki trívast við teimum broytingum sum eru við at henda rundunum tey. Men tá ein festibóndi í einum av náttúruvakrastu støðum í Føroyum, har onnur fólk altíð hava vitjað til tess at uppliva stórbara vakurleikan, byrjar at uppføra seg, sum hann ger, og beinleiðis hótta ferðafólk, tí hann ynskir tey har sum piparið grør, so má hann spyrja seg sjálvan, um hann er bóndi á røttum staði. Ella um hann kanska skuldi farið á eitt meira oyði stað, har hann fær tann friðin, hann vil hava. Dugir hann ikki at seta sær henda spurningin má onkur annar gera tað fyri hann.

Ferðavinnan, sum ikki enn av álvara hevur tikið dik á seg í Føroyum, ella, við øðrum orðum, so væl kann vaksa munandi meira, er fyrst og fremst ein guðs gáva til føroyingar. Tí føroyingar duga væl at finna uppá og fáa burturúr, gagnnýta møguleikar og, ikki minst, eru gestablíðir og áhugaðir í tí fremmanda, sum vit vanliga ikki hava havt atgongd til, tí vit eru so fjarskotin.

Í ferðavinnuni skulu vit ikki hava dýr tól ella loyvi frá tí almenna, sum øll ikki fáa lut í, fyri at vera við. Vit skulu ikki útum landoddarnar at leita eftir fiski.

Ferðafólkini koma her, sjálvboðin, og øll í størri ella minni mun sinnað at brúka pengar uppá upplivingar, gistingar og annað.

Nógvir føroyingar hava størri býli enn tey í grundini hava tørv á. Við nýggjari samskiftistøkni, AirBnB til dømis, kunnu tey nú lættliga spjaða til búskapin hjá húsarhaldinum við at leiga út. 

Nær fingu føroyingar seinast eina nýggja vinnu, sum so lættliga gagnar búskapinum hjá meiniga manninum?

Vónandi kann nýggja innlendis menningardeildin hjá Visit Faroe Islands byrgja upp fyri teimum atfinningarsomu røddunum. So vit fáa skipað vinnuna á ein hátt sum er nøktandi fyri øll - ella so nógv sum gjørligt.

Eitt er so púra vist. Ferðafólkini hava onki skeivt gjørt. Tey hava fingið at vita, at tey eru vælkomin.

Vit mugu vera professionell, seta teimum mørk og karmar eins og aðrastaðni, tí tað hava tey onki ímóti.

Tey vænta tað.

Tað meinar VP.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo