Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyri eftirhondini nógvum árum síðani steðgaðu bløðini óskikkinum við dulnevndum lesarabrøvum.

Áðrenn tað kundu fólk, sum ikki høvdu dirvi til at standa við egnar meiningar, krógva seg aftanfyri dulnevni, og soleiðis standa í myrkum skotum og steina eftir fólki, sum vóru úti í ljósinum.

Men tey feiku og dirvisleysu funnu nýggjar vegir.

Tá val var í hondum hendi tað aftur og aftur, at Posta bar bløð út, sum vóru ógvuslig og dulnevnd álop á bæði flokkar og navngivnar politikarar.

Boðskapirnir í bløðunum vóru teir somu: Fyri tað fyrsta: Listi A var best. Ábyrgdarfullur, álítandi og, ikki minst, kristiligur. Og fyri tað næsta: Listi C var upp á allar mátar forferdiligur. Upp undir eitt býráðsval fingu fólk eitt heilt blað, sum var eitt langt og grovt álop á Heðin Mortensen.

Eftir nógvan kritikk av hesum boðaði Posta frá, at stovnurin ikki longur vildi bera slíkt dulnevnt svans út til fólk. Skuldi Posta bera persónsálop út um landið, mátti tað standa greitt, hvør hevði skrivað.

So steðgaði hetta. Sjálvandi. Bakmenninir tordu aldrin at stíga fram.

Men tey dirvisleysu finna enn nýggjar kanalir.

Í dag er ein grein á Vágaportalinum, við júst sama innihaldi, sum vit kenna so væl. Eitt langt og illsint álop á Javnaðarflokkin – og, av tí at býráðsval stendur fyri, serliga á Heðin Mortensen.

Vágaportalurin fær almennan stuðul til sítt virksemi.

Redaktiónin skuldi sjálv skilt, at hon ikki kann loyva sær at vera tann garðurin, sum tey, sum vilja steina eftir øðrum, kunnu krógva seg aftanfyri. Hon burdi eisini skilt, at stendur einki navn undir, so má VP sjálvur lesast sum avsendarin. Tí onkur má altso hava ábyrgdina.

Tann, sum hevur skrivað dagsins grein á VP, er so frustreraður um, at Javnaðarflokkurin stendur seg væl, at hann endar við hesum orðum: ”Veljarin er sanniliga skít býttur”. Vit onnur kunnu so staðfesta, at júst hesin veljarin ið hvussu er er ræðuliga illur J

Men so leingi einki navn stendur undir, er tað altso VP, sum sigur hetta. Tað er VP sum staðfestir, at veljarin – og harvið eisini lesarin hjá VP – er skít býttur.

Ikki pent at siga um tey, sum mann livir av.

Kanska skuldi VP latið vera við at lata seg brúka til skitna valstríðið hjá ávísum illum og frustreraðum kreftum. 

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo