Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Útlendskir miðlar skriva, at fólk eru farin at brúka meira rúsdrekka enn tey plagdu, nú korona smittan setur sín dám á gerandisdagin. Fólk stúra, eru bangin ella keða seg, og tí er kanska skjórari at leita sær ugga í fløskuni. Fólk drekka fyrr á degnum og eisini fleiri dagar enn tey plagdu, verður sagt.

 

VP hevur spurt hjá Rúsdrekkasølu Landsins, men har verður sagt, at um nakað er sølan minkað.

 

- Men tað er fyrst og fremst tí at matstovuvinnan onki keypir, og tí fólk ikki halda veitslur sum tey plagdu, verður sagt.

 

Men drekkur tú meira nú enn áðrenn lívið bleiv broytt av korona virusinum, spyr VP í nýggjari spurnarkanning her á síðuni.

 

Far til breddan høgrumegin og gev eitt erligt og anonymt svar.

 

Kanningin er opin í 24 tímar.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo