Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Henda samgongan boðaði frá undan valinum, at tá hon kom til valdið fór hon at endurreisa álitið á politisku skipanina við klokkuklárum mannagongdum, treytaleysum nærlagni og rættstundis umhugsni.

Men fleiri eru tey, sum hava fylgt væl við í politikki, ið siga, at ongantíð hevur so stórur ruðuleiki valdað sum júst undir hesi samgonguni, har einki fær nakrar fylgjur, hvørki so ella so, sum eisini var fráboðað undan valinum.

Tí spyr VP, hvat veljarin heldur.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo