Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

VP spyr í nýggjari spurnakanning, um loyvt skal vera at keypa sex í Føroyum ella tað skal bannast.

Uttast á vinstra bredda ber til at siga tína hugsan um tann spurningin.

Herfyri viðtók Amnesty International resolusjón viðvíkjandi, at loyvt skal vera at selja sín kropp til kynsligt samband, og eisini at keypa hesa tænastu frá øðrum.

Tað var samtykt á einum stórfundi í Dublin í hesum mánaðinum.

- Sexarbeiðarar eru ein av teimum mest marginaliseraðu bólkunum í heiminum, og í flestu førum liva tey undir konstantum vanda fyri diskriminasjón, harðskapi og misbrúki, segði Salil Shetty, aðalskrivari í Amnesty International, í einum tíðindaskrivi.

Og júst tí at sexarbeiðarar eru so útsettir, viðmælir Amnesty í síni nýggju resolusjón, at øll aspektir viðvíkjandi keypisex verða gjørd lóglig í øllum heiminum.

Í Føroyum er loyvt at keypa og selja kynsligar tænastur, men ikki loyvt at reka eitt skøkjuhús.

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo