Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Føroyar eru aftur á breddanum í útlendskum miðlum, hesaferð tí vit í gjár drupu nærum 200 springarar í Hvalvík.

Bretski miðilin The Sun skrivar um drápið undir yvirskriftini "Horrifying moment dolphins are slaughtered by laughing fishermen in the Faroe Islands". Og Daily Mail hevur líknandi yvirskrift og nógvar myndir og filmsbrot.

Men eisini fleiri føroyingar geva ilt av sær, tí tað er ikki siðvenja í Føroyum at drepa springarar eins og tað er við grindini. Ein er fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, sum heldur, at vit eiga at halda fast um rættin at drepa grind, men halda okkum frá at drepa springarar, tí tað er ikki siðvenja í Føroyum og óneyðug provokatión ímóti útheiminum sum vit fegin vilja hava at keypa okkara vørur.

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, segði við Kringvarpið í dag, at vit ikki kunnu siga við vissu, at springaraveiðan er burðardygg, eins og vit kunnu við veiðuni av grindahvali.

VP spyr tí hvat tú heldur - eiga vit at halda fast um at gagnnýta alt tað tilfeingið sum finst á okkara leiðum? 

Ella skulu vit halda okkum frá at drepa springarar?

Atkvøð í spurnarkanningini undir VP spyr høgrumegin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo