Dánjal í Klingruni heiman av Sandi var tiltikin frásøgumaður.
Í hesi upptøkuni fortelur hann um ein tilburð í eini grind í Vestmanna í 1929, tá hann var við til at bjarga einum manni úr Kvívík frá at drukna.
Dánjal var eisini kendur fyri at tosa tað ramliga sandoyarmálið, sum valla hoyrist longur.
Upptøkan er gjørd í 1988 í Miðdali á Sandi, har menn eru á fjalli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo