Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í morgin kl. 10 byrjar dysturin í Løgtinginum. Liðini – samgonga og andstøða - eru á veg aftur á vøllin. Tey eru ávegis at dystast, men eisini at gera semjur um útlendskan ognarskap. Tað er kanska tað mest ítøkiliga og jaliga, vit kunnu siga um fyrra hálvleik.

Vit hava fingið sjónvarpaðar samrøður við m.a. Jóhan Dahl, Jacob Vestergaard og Brand Sandoy, sum hava sagt, at útlendskur ognarskapur skal út úr føroyskari fiskivinnu.

Eitt annað sera jaligt, vit hava sæð undir dystinum í Løgtinginum, er, at øll eru samd um innihaldið av § 3 í lógini. Ja, lat meg bara endurgeva hana, meðan vit ímynda okkum eit samlað løgtingslið, við Merkinum veittrandi, standa lið um lið, hábærsliga syngja tjóðsangin...eru tit ikki eitt vet rørd...hmm klump í hálsin? byrjandi tár í eygnakrókum? Eg endurgevi:

“§ 3. Livandi tilfeingi, harundir arvafrøðiligt tilfar í føroyskum sjógvi, og tey rættindi, Føroyar eiga, uttan fyri føroyskan sjógv, er ogn Føroya fólks.

Stk. 2. Rættindi latin sambært hesi løgtingslóg veita ikki privatan ognarrætt, men verða latin sum brúksrættindi í avmarkaða tíð, sambært reglunum í hesi løgtingslóg.

Stk. 3. Rættindi, sambært hesi løgtingslóg, kunnu ikki setast í veð og eru vard fyri úttøku ella aðrari rættarsókn frá ognarum.

Stk. 4. Rættindi til fiskiskap kunnu takast aftur uttan endurgjald.”

Vøkur og mergjað orð. Fleiri tinglimir í samgonguni hava – enntá fleiri ferðir undir viðgerðini staðiliga biðið um loyvi at sleppa munnliga at endurgeva hesa lógargrein. Bara fyri at vísa á, at eingin ivi er og skal vera um at: Livandi tilfeingi, harundir arvafrøðiligt tilfar í føroyskum sjógvi, og tey rættindi Føroyar eiga uttan fyri føroyskan sjógv, er ogn Føroya fólks.

Hetta er heilt víst øll 33 tingfólk okkara samd um, og tað kunnu vit øll onnur bæði vera errin, glað um og kenna okkum trygg við.

Einasta óvissan um hesa útsøgn og lógargrein, sum øll eru samd um at verja, er hatta forb... rættarmálið, sum advokaturin og løgtingslimurin Christian Andreasen hevur í gongd .

Forargiligt, tá ið vit øll annars eru leys úr stólunum, við hondum á lofti, um samanhaldið hjá øllum okkara 33 fólkavaldu um at verja ognarrættin.

Men rólig. Eisini her var ein álvarsligur glotti at hóma í kvøld.

Barbara Holm interwievaði Christina Andreasen í hálvleikinum – í Degi og Viku í kvøld. Farið inn og hyggið og njótið.

Um verandi lógaruppskot, sum fór ígjøgnum 2. viðgerð við atkvøðunum 17-15, segði løgtingslimurin Christian Andreasen, at hann umboðar Føroya fólk í hesum máli, og framhaldandi segði hann, at “nú, ein nýggj lóg verður samtykt, sum skapar tryggar karmar fyri fiskivinnuna, so er nakað, sum talar imóti, at nakar kann seta fram endurgjaldskrav.”

Yes... her var eitt gjøgnumbrot, og tá løgtingslimurin, Christian Andreasen, talar so greitt, fari eg at heita á hann vegna okkum øll, at fáa allan møguligan iva um innihaldið í § 3 ruddaðan av vegnum. Tað kann hann gera við at læna okkum dygdirnar hjá advokatinum Christiani Andreasen og saman við øllum tinginum smíða neyðugu broytingarnar í lógina, sum endaliga staðfesta ognarrættin. Broytingar í lógina, sum 33 tinglimir og tjóðin øll ynskja varandi frið um.

Tá kann eitt samlað løgting lata Jacob Vestergaard fara at lata 12 ára tíðaravmarkað brúksrættindi út – og tað gleðir hann seg til.

Vit vita av rættarmálinum, at har okkara ognarrættindini eru hótt, er, um Løgtingið ikki smíðar greiðar reglur og fyrisiting um veiðiloyvini. Ein óvissa er um veiðirættindi verða rullandi og bert kunnu sigast upp á tvørtur um fleiri løgting. Tað haldi eg, øll duga at síggja, ikki gongur - um ognarrætturin skal tryggjast. Óvissan, sum rættarmálið setir fram, skal ongantíð aftur raka ognarrættin hjá Føroya Fólki. Um hetta kemur upp á pláss, so hava vit øll vunnið, hóast strævnan og harðligan dyst.

Minnilutin í Vinnunevndini sigur í álitinum:

”Fiskivinnan er grundarlagið undir samfelagnum og føroyska búskapinum. Við nýggju lógini fær vinnan aftur støðugar karmar. Við 12 ára brúksloyvum verður aftur møguligt hjá føroyskum reiðaríum at gera íløgur í nýggj og framkomin fiskifør”

Tað kunnu vit øll viðurkenna, at hetta eru flott og mergjað tala.

Fyri at tryggja semjuna um innihaldið í § 3, fari eg í stórari eyðmýkd, at biðja okkara lógarsmiðir í løgtinginum undan 3. viðgerð í morgin, gera broytingar í § 7. Hon er soljóðandi:

§ 7. Veiðiloyvið er galdandi til 1. januar 2032. Tá veiðiloyvið fer úr gildi, fara øll fiskiloyvi (veiðirættindi) samstundis úr gildi.

Beint her liggur óvissan við teimum rullandi loyvunum, sum kann gera, at reiðaríir kunni fara at umhugsa at seta krav fram um endurgjald – serliga um veiðiloyvi verða longd út yvir tey 12 árini. Tey 12 árini eru jú tryggu karmarnir hjá fiskivinnuni, sum Chrisitan Andreasen lýtsi tað so væl.

Eg haldi, at eitt nú ásetingar í leigulógini kunnu lænast, í hesum føri, til íblástur. Eg meini, Føroya Fólk eigur fiskatilfeingið og leigar tað tíðaravmarkað í 12 ár til reiðaríir.

§ 17 í leigulógini sigur at “er leiguavtalan tíðaravmarkað, heldur leigan uppat uttan uppsøgn, tá avtalaða tíðarskeiðið er runnið.”

Tí kundi § 7 í lógini um sjófeingi, har óvissan liggur í mun til ognarrættin í § 3, t.d. verið brott soleiðis:

§ 7. Tíðaravmarkað veiðiloyvið er galdandi uttan uppsøgn til 1. januar 2032. Tá veiðiloyvið fer úr gildi, fara øll fiskiloyvi (veiðirættindi) samstundis úr gildi.

Sum vit hava sæð viðgerðina av dystinum, eigur tað at vera gjørligt hjá samgongu og andstøðu, sum annars hava grundleggjandi ósemjur, at funnið semju um – og neglt ognarrættin við 12 tumma seymi í § 3 og 7 og funnið semju um áhaldandi at halda útlendskum ognarskapi úr fiskivinnuni.

Tey hava í hvussu so er gyltan møguleika og skyldu til at finna jólafrið um hesi viðurskifti fyri allar føroyingar einaferð seinnapartin leygardagin.

Góðan dyst og gleðilig Jól. Eg vendi aftur í 2020 :)

Høgni í Stórustovu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo