Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ferðavinnan er tað triðja beinið, ið Føroyar hava at standa á, um hon verður handfarin rætt.

Tað, sum dregur ferðafólk hendanvegin, er okkara vakra náttúra og tað, at alt í Føroyum, sum so, er "All Inclusive". Tað kann ikki vera meiningin, at ferðafólk skulu kunna vitja okkara best umtóktu støð, uttan at gjalda eina krónu.

Allastaðni í verðini, skal tú gjalda fyri "særværdigheder", so sum stuttleikaparkir, djóraparkir, borgir/slott o.a., sum viðkomandi land hevur at vísa á.

Bussar, sum koma til landið við ferðafólki, eiga at rinda eitt ávíst gjald, fyri hvønn ferðandi í bussinum, eins og vit skulu, tá vit koma til EU-lond.

Bóndin, sum eigur ella umsitur sítt øki, eigur at hava ræðisrættin til at selja sína vøru. So varð hetta eisini fyriskipað av kendum í umráðnum, og so høvdu vit nokk sloppi undan, at bjargingarfeløg og tyrlan vórðu send so ofta avstað til bjarging.

Í dag síggjast ofta myndir, har ferðafólk sita har, sum lundin ikki klárar at standa, við beinunum útav.

Tá eg var barn, varð tað prenta inn í okkum børn, at vit máttu ikki fara út á eggina. Hetta er ikki eitt telduspæl, har ein bara kann trýsta á "reload game", um nú óhappið er úti.

Tað eru nógvar "særværdigheder" í Føroyum, náttúran í sær sjálvum og fleiri bygningar. Eg havi hug at nevna Hvalastøðina við Áir, sum er tann einasta av sínum slagi, sum stendur eftir á norðaru hálvkúlu. Hetta er tann fyrsti íðnaðurin, sum kom til Føroyar. Havi fingið at vita, at tað skulu setast 2-3 milliónir av, yvir nøkur fá ár, til liðugtgerð. Eg haldi, at hetta hevði verið eitt áhugavert ferðavinnumál, sum kann geva eitt gott íkast til ferðavinnuna í Føroyum.

Eg vil arbeiða fyri, at ferðavinnan verður væl fyriskipað, soleiðis at vit fáa eina góða inntøkukeldu úr fremmandum valuta til Føroyaland.

Jonhard Danielsen
Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið 2019

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo