Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað eru 10 lond í heiminum sum standa fyri 95% av øllum koppsetingunum fyri korona, sum higartil eru gjørdar.

Londini eru USA, Kina, Stórabretland, Ísrael, Sameindu Arabisku Emiratini, Italia, Russland, Týskland, Spania og Kanada.

Á tíðindafundi í Keypmannahavn í gjár segði europastjórin í WHO, Hans Kluge, at heimurin hevur ikki ráð til at vaksinan er býtt so ójavnt.

- Heimurin hevur ikki ráð til at sleppa hesum londunum upp á fjall, segði Hans Kluge. Hann legði afturat, at serliga tvey viðurskifti eru órógvandi beint nú.

- Nýggj frábrigdi sum smitta verri koma alla tíðina. Og vit vita ikki við vissu, um koppingarevnið, sum vit brúka, er egnað til nýggju variantarnar eisini, segði hann.

Tó eru orsøkir til bjartskygni.

- 2021 verður enn eitt ár við korona, men tað verður lættari at liva við virusinum, sigur Hans Kluge.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo