Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyrst var heimsheilsustovnurin WHO eftir Danmark, tí danir testaðu ov lítið. 

 

Nú er tað tí, at danir biðja tey sum eru testað positiv, men ikki hava álvarslig sjúkueyðkenni, um at halda seg heima, saman við familjuni. Men tað er ein fatalur feilur, meinar WHO, sum finst harðliga at Danmark og øðrum londum í Europa sum brúka somu mannagongd.

 

- Isolatión er tað týdningarmesta tiltaki í royndunum at basa smittuni. Tað gevur onga meining at kanna fólk, um vit ikki brúka úrslitið til nakað, sigur Dale Fisher, sum er professari við lærda háskúlan í Singapore og formaður í einum serfrøðingabólki undir WHO við Politiken.

 

Stjórin í Statens Serum Institut, Kåre Mølbak, vísir atfinningunum frá sær og sigur, at millum annað sálarligar og sosialar orsøkir liggja til grund fyri, at danir gera, sum teir gera.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo