Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Enn er nakað tíðliga at viðgera koronavirusið sum ein sjúka á jøvnum føti við influensu, ávarar WHO.

Tað er boðskapurin hjá WHO í dag eftir at Spania ikki metir koronavirusið longur sum eina alheimsfarsótt men sum ein influensa.

- Støðan er framvegis nakað óviss og vit hava við virus at gera sum kann hava nýggjar avbjóðingar við sær. Vit eru ikki komin hartil enn at vit kunnu tosa um eina endemiska sjúku, sigur Catherine Smallwood sambært Reuters.

Tá ein sjúka er endemisk merkir tað, at útbreiðslan liggur á einum konstantum støði, so hon altíð er í samfelagnum, men á einum lágum og forsøgnum støði, sum til dømis influensa, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo