Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jólini í ár vera øðrvísi enn tey plaga. Men í 2021 fer alt at líkjast einum vanligum ári sera nógv, tað sigur heimsheilsustovnurin undir ST, WHO.

Við írsku sjónvarpsrásina RTE sigur Mike Ryan, sum er ein av ovastunum í WHO, at tað er "sera, sera sannlíkt" at so verður.

- Eg haldi, at tað er sera, sera sannlíkt, at vit kunnu venda aftur til lívið, sum vit kenna tað, men tað verður framvegis neyðugt at hava gott reinføri og halda frástøðu, segði hann millum annað.

Orsøkin til góðu tíðindini er fyrst og fremst, at tað gongur so væl at menna eitt koppingarevni.

- Koppingarevni er ikki tað sama sum onki covid-19. Men tá vit leggja koppingarevnini afturat øllum tí, sum vit longu gera, so fer tað av álvara at venda smittukurvuni, vit sleppa undan stongsli og fáa av álvara tamarhald á hesi sóttini, sigur hann.

Síðani korona byrjaði eru yvir 60 milliónir fólk smittað og 1,4 milliónir fólk eru deyð við ella av sjúkuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo