Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er eingin orsøk at gevast at brúka AstraZeneca vaksinuna, sigur Heims Heilsustovnurin í dag.

Eisini eftirlitið hjá ES, EMA, hevur sagt at vaksinan kann brúkast meðan kanningar verða gjørdar av blóðtøppunum.

AstraZeneca sigur at eingi tekin eru um størri vanda at fáa blóðtøpp í sambandi við koronavaksinuna. Hetta byggir á eina analysu av egnum trygdardata við yvir 10 milliónum skrásetingum. Felagi sigur at færri blóðtøppar eru millum tey sum eru vaksinerað enn tað sum vanligt er.

Noreg, Danmark og Ísland eru millum londini sum fyribils eru givin at brúka AstraZeneca-vaksinuna.

Seinastu londini at gera tað sama eru Teiland og Bulgaria.

Eysturríki, Italia, Estland, Lettland, Litava og Luksemborg eru eisini fyribils givin, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo