Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Skrásett eru yvir 1 millión deyð í sambandi við koronu í teimum 53 londunum sum hoyra undir Evropa-skrivstovuni hjá Heims Heilsustovninum (WHO).

Tað kunnaði WHO-sjefurin Hans Kluge um á einum tíðindafundi í dag, sambært útlendskum miðlum.

Kluge vísti eisini á, at vandin fyri at fáa blóðtøpp er størri hjá teimum sum fáa covid-19, enn hjá teimum sum hava fingið AstraZeneca vaksinuna. Fleiri lond, harímillum Danmark, hava steðgað brúkinum av vaksinuni av vandanum fyri blóðtøppi.

– Eingin ivi skal vera um at AstraZeneca-vaksinan effektivt reduserar innleggingar á sjúkrahús við covid-19 og talið av teimum sum doyggja, segði Kluge. WHO viðmælir tí vaksinuna, skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo