Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í gjár 15. januar vóru 15 ár, síðan netalfrøðin Wikipedia (https://www.wikipedia.org) varð stovnað av teimum báðum Jimmy Wales og Larry Sanger. Neyvan høvdu teir tá hóming av, hvussu stór alfrøðin fór at gerast, og hvønn týdning hon fór at hava sum kunningarmiðil. Wikipedia er til á flest øllum málum og eisini føroyskum (https://fo.wikipedia.org/), men enska útgávan er tó tann størsta og nógv mest lisnað.

Hon er millum mest brúktu heimasíður í heiminum.

Tannáringurin Wikipedia er fødd í talgildu 21. øld, 15. januar 2001, føðingardagin hjá skaldinum William Heinesen. Hugtakið byggir á netvirknið: jú fleiri, tess betri.

Wikipedia er ein pallur, sum loyvir einum og hvørjum at skriva, dagføra ella rætta greinir. Talan er sostatt um sjálvboðið arbeiði. Tú sært ikki lýsingar á Wikipediu, sum umframt sjálvbodnað arbeiðið verður fíggjað við gávum og stuðli.

Talgildingin og nýggi vitanarbúskapurin hava gjørt, at gomlu kendu alfrøðirnar ikki koma út á prenti longur. Seinasta prentaða útgávan av Encyclopedia Britannica (http://www.britannica.com) kom í 2012, og stóra danska alfrøðin ella leksikonnið, sum vit plagdu at siga, verður dagførd og er eisini frítt atkomilig á netinum (http://www.denstoredanske.dk

).Tað eru fleiri fyrimunir at lata fleiri ritstjórna eina netalfrøði.

Til ber at fáa fatur á teimum, sum vita um eitt evni og tíma at greiða øðrum frá, tvs. tey, sum bæði eru klók og eldsálir.

Tað er skjótt at dagføra upplýsingar, so at alfrøðin er líka skjót við tí seinasta, sum tíðindamiðlarnir.

Hetta var ein trupulleiki hjá prentaðu útgávunum, sum fyrnast skjótt. Og royndir hava víst, at tað eru ikki fleiri feilir í Wikipediu enn í teimum gomlu viðurkendu alfrøðunum.

Frælsið at skriva, dagføra og rætta á Wikipediu er tó avmarkað nakað fyri at sleppa undan áhaldandi rættingum í greinum, sum viðgera evni, sum stríð er um, ella greinum á høgum fakligum støði, sum eru fyrimyndarliga væl skrivaðar. Tá so er, er bara loyvt skrásettum ritstjórum at rætta ella góðkenna rættingar.

Wikipedia hevur fleiri sjálvirkandi tænastur, t.d. uppseting av greinum og rættlestur. Hetta seinasta ger, at stavivillur næstan ikki koma fyri, sjálvt um hvør Hanus og Janus sleppur framat. Og hetta er undrunarvert!

At Wikipedia er elektronisk, sum allar aðrar netútgávur og heimasíður, ger, at skjótari er at leita eftir upplýsingum og greinum. Tilfarið er eisini skipað í bólkar ella undirbólkar, og har eru evnislistar, nakað sum minnir um flokkingarnar, sum verða gjørdar á bókasøvnum. Og so eru sjálvandi krossleinki og leinki til tilfar uttanfyri Wikipediu.

Í Wikipediu er tað eitt krav, at onki verður skrivað ella pástaðið í greinunum, uttan at heimild er fyri tí, tvs. onnur heimild enn tín egna. Tilvísingar eru tí avgerandi fyri, um ein grein er góð ella ikki.
Innihaldið í Wikipedia er tøkt undir loyvisskipanini Creative Commons, tvs. at loyvt er við tilvísing at luta og brúka innihaldið, eisini vinnuliga, um ikki annað er ásett.

At júst enska Wikipedia verður so nógv brúkt, er eitt tekin um, at stødd hevur týdning; at fleiri eru, sum bjóða seg fram at skriva og ritstjórna. Hetta kann vera ein trupulleiki í smærri londum sum Føroyum, har nógv hvílir á eldsálunum, sum kunnu troyttast í longdini.

Wikipedia ella Wikimedia er ein pallur, sum eisini kann brúkast í øðrum vitanararbeiði enn til Wikipediu. Í Føroyum verður hesin pallurin tó lítið brúktur, tí tað krevur víðsjón og samstarv millum t.d. vitanarstovnar. Tíverri er ikki vanligt ella siðvenja, at føroyskir stovnar samstarva um slíkar tænastur, og tað er sjálvandi harmiligt og stórur missur.

Eg fari her at ynskja Wikipediu tillukku.

Erhard Jacobsen, bókavørður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo