Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað sum fólk fara at minnast frá ársins handan av Oscar standmyndum, sum var í gjárkvøldið og í nátt, verður neyvan hvør fekk heiðurin, men heldur løtan tá sjónleikarin Will Smith fór upp á pallin og gav vertinum, Chris Rock, ein frammaná.

Tað gjørdi Will Smith, tí Chris Rock stutt frammanundan fleiri ferðir hevði nevnt konuna hjá Will Smith, Jada Pinkett-Smith. Chris Rock gjørdi gjøldur við serligu sjúkuni hjá Jadu Pinkett-Smith, sum hevur sjaldsomu Alopecia sjúkuna sum ger, at hárið dettur av.

Tað gjørdist ovboði hjá Will Smith, sum knappliga fór uppá pallin, langaði vertinum ein undir vangan, og síðani rópti “Keep my wife's name out of your fucking mouth.”

Will Smith vann annars ein Oscar fyri besta leiklutin í filminum "King Richard".

Her eru allir vinnararnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo