Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 1958 gav Gyldendal út bókina Det Dyrebare Liv * Jørgen-Frantz Jacobsen i Strejflys af hans
Breve til William Heinesen.

Ummælarar víða um løgdu ikki fingrarnar ímillum: Hendan lítla bókin varð skýrd at vera ársins bók.

Í innganginum av bókini skrivaði William Heinesen, at J.-F.J. umframt skaldsøguna Barbara og Nordiske Kroniker og tvær bøkur um Føroyar, so skrivaði hann eisini vinmanninum W.H. eina rúgvu av brøvum, og at í hesum brøvum ”står dette afsnit af hans liv afspejlet med en tydelighed og intensitet, der næppe overgås af nogen selvbiografi.”

Longu tá, í 1958, spurdu fólk, nær alt brævaskiftið millum hesar báðar heimskendu rithøvundar fór at koma alment út í bók.

Nú, 2019 er hálvrunnið – 28 ár eftir deyða William Heinesens – er alt umrødda brævaskiftið komið alment fram í bókarverki, sum í stødd og útsjónd má haldast at vera einastandandi um okkara leiðir:

Bind l og ll, 1227 síður, í bókarkápu; tung at handfara: 3.100 gramm.

Øll eru vit glað og ikki so lítið stolt av, at alt, ið William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen, okkara risar í alheims bókmentum, skrivaðu sínámillum, er alment atkomiligt.

Øllum teimum, ið hava avrikað og staðið fyri hesari stóru bókarútgávu, eiga rós og tøkk uppiborið.

Um nú onkur serkønur fer at skriva ummæli ella kritikk, sum tað eisini verður kallað, so er tað ikki óhugsandi, at okkurt óheppið ella onkur mangul við bókaútgávuni hevði verið drigið fram:

Eitt so stórt, tættskrivað bókarverk krevur sjálvsagda vegleiðing við innihaldsyvirlitum og øðrum viðmerkingum av einum hvørjum slag. Men so er ikki.

Nakrar myndir við upplýsingum. Men so er ikki.

Umrødda bókarverk hevur als ongar vegleiðingar við evnisyvirliti ella øðrum tilskilingum.

Víst verður í hesum sambandi til fylgjandi bókaútgávur, sum væl og virðiliga upplýsa  við evnisyvirlitum av ymiskum slagi:

William Heinesen, SAMLEDE DIGTE, útgivið 2000.

Tróndur Olsen, útgivið 1992.

Rikard Long, Kveikt og Kannað, útgivið 1979.

Viðvíkjandi J.H.O.Djurhuus, Ein bókmentalig ævisøga l – lll, 1994, er at siga, at tað bókarverkið varð sett, umbrotið og prentumsitið og grafiskt fyriskipað av Hestprent og Einars Prent. Við fleiri evnisyvirlitum og viðkomandi myndum við frágreiðing er tað ein fragd at lesa lívssøgu Janusar.

Eingi slík evnisyvirlit eru í bókarverkinum VINALIGA. Og vit fáa ikki at vita, hvar VINALIGA er prentað v.m.

Navnið Sprotin er nevnt 12 ferðir á permunum. Men tað er illa hugsandi, at VINALIGA er prentað av tí felagnum?

Hetta navnið, VINALIGA, kann minna okkum á bankan/sparikassan, sum fekk upprunalig nøvn broytt til BETRI. Hvørgi hesi heiti – VINALIGA og BETRI –  lýsa identitet ella sál.

Ryggurin á bók l eitur VINA og ryggurin á bók ll eitur LIGA.

Hesi orð (ella nøvn) siga einki.

Tað verður møðimikið at lesa VINALIGA við ongum evnisyvirliti og við bert einari mynd.

Heri Mohr

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo