Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mynd: Birgir Kruse

Mynd: Birgir Kruse

Nýggj ævisøgulig skaldsøga varð løgd fram á Reinsaríinum um vikuskiftið.  

William Smith hevur skrivað.

Søgan, ið hevur fyrstu, fátæksligu fimmtiárini í Vági sum pall, lýsir sosialu korini og sambondini millum fólk ígjøgnum smádreingin. Niður í alt tað, sum smádrongurin kunnar okkum um, sum er honum nýtt, óroynt og mangan fløkt og ørvitisligt, letur høvundurin sannleikar um tey vaksnu, teirra tankar og gerðir, drýpa. Droparnir eru stundum skemtiligir, stundum svíðandi beiskir.

- Íblásturin til Hinumegin garðin kom óivað fyri nógvum árum síðani, tá ið eg vitjaði tað, ið stóð eftir av barnaheiminum í  Vági. Tá rann fram fyri meg hvønn týdning, omman í Vági hevði fyri meg, og hvussu hennara lívsáskoðan ávirkaði mína egnu bæði til tað betra og tað verra. Omman var sera trúgvandi, um trúgv kann stigbendast, og umboðaði mótsetningin til boðskapin, eg fekk ímillum annað í sunnudagsskúlanum.

- Sum heild ávirkar kristnin okkara fatan av, hvat ið er gott og ringt, rættvíst og órættvíst. Men tað verður hættisligt og ræðandi og ikki sjáldan til óbótaligan skaða, tá ið summi við støði í víðgongdum, religiøsum rørslum, halda seg hava standandi heimild at døma og revsa onnur. 

“Orðini høvdu tamarhaldið á okkum og hildu okkum tilvitað um, at syndansløn var deyðin og ævigt fortapilsi. Eg fekk ein óvissan grið fyri syndini ta løtuna, eg var í sunnudagsskúla, men so skjótt eg fór úr aftur sunnudagsskúlanum, var eg umgirdur av synd og freistingum og var glataður og kanska æviga fortaptur til næstu ferð, eg skuldi í sunnudagsskúla.”

“Omman segði, at tað var ikki neyðugt at vera frelstur og umvendur fyri at sleppa í himmiríki. Tað var nóg mikið at trúgva og at vera góður ímóti øðrum, og var mann tað, fylgdi tað við at verða frelstur og umvendur.”

Óvitin í hesari sjálvsævisøguligu skaldsøguni verður drigin inn í religiøsa heilaspunan hjá sínum sunnudagsskúlalærara. Sunnudagsskúlalærarin vissar hann um, at tað mesta av tí, hann ger og hugsar, er synd, og verður hann ikki frelstur, er hann æviga fortaptur og fer til helvitis. Hvussu hann so roynir, lýkur óvitin ikki treytirnar fyri at verða frelstur.

Men friðskjólið á markinum millum frelsuna og fortapilsið er inniliga sambandið millum óvitan og ommuna, og í anganum frá kamfurdropum og hennara mutlandi samrøðum við Gud og Jesus finnur óvitin fyribils náðina.

Les meiri á sprotin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo