Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í Kirkwall í Orkney hava teir skjótt í yvir 300 ár hildið sokallaða BA hvønn jóla-og nýttársdag.

Spælið gongur út uppá, at ein mannfjøld uppá fleiri hundrað menn og dreingir tuskast um at fáa ein bólt gjøgnum gøturnar, og tað eru "the uppies and downies" (ovara gøta og niðara gøta), sum berjast. Tað kann ganga rættuliga harðliga fyri seg, og tekur dysturin upp til 6 tímar, og allir rútar í handlinum í miðgøtunum verða skálkaðir til.

Hildið verður, at hesin BA leikur gongur heilt aftur í víkingaøld, og er uttan iva Rugby fótbólturin eisini sprettur úr BA siðinum.
 
Í Streymnesi, eisini í Orkney, hava teir nú tikið elligamla siðin uppaftur at kapptogast um ein viðarbul.
 
Sera stór undirtøka er í Orkney fyri hesum tiltøkum, og í Hetlandi verður í næstum stórfingna og heimskenda Up Helly Aa tiltakið.

Spell, at onki ferðasamand er millum Føroyar og Orkney og Hetland - har er so nógv, vit kundu havt til felags.
 
Gott Nýttár,
Johan Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo