Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag fyri 40 árum síðani: Yonathan Netanyahu, elsti sonur Ben-Zion and Zila Netanyahu var føddur í New York City í 1946. Foreldur hansara vóru har í arbeiði at seta ísrealska statin á stovn. Yoni, var hann kallaður.

Eftir drúgva og framúr hernaðar yrkisleið, varð Yoni útnevndur herovasti  í Saveret Matkal deildini, eisini nevnd "The Unit", í Ísrael, har hann arbeiddi.

27. juni í 1976 rændu palestinskir yvirgangsmenn eitt Air France ferðafólkaflogfar, sum var farið úr  Ísrael, og noyddu tað at flúgva til Entebbe í Uganda, har einaræðisharrin, Idi Amin, bjóðaði terroristunum vælkomnum og stuðlaði teimum vit hermonnum úr Uganda.

Meira enn 100 ísraelar vóru við flogfarinum og vóru nú gíslar í floghavnini í Entebbe, og hótt varð við at drepa teir, um ikki ísraelska stjórnin lat leysar nógvar palestinskar fangar.

Heitt varð á Yoni Netanyahu at gera eina bjargingarætlan, at fría fangarnar.

Henda bjargingarætlan varð ógvuliga nágreiniliga løgd til rættis, soleiðis, at teir komu til Entebbe stutt eftir midnátt, um morgunin tann 4. juli. Við sær høvdu teir akfør sum líktust teimum hjá ugandiska herinum, so at terroristarnir ikki beinanvegin skuldu fáa varhugan av, at teir vórðu álopnir.

Sum ísraelska herdeildin tók seg fram inni í bygninginum, varð Yoni álvarsliga skaddur av skotum frá terroristunum. Sambært reglunar, sum fyriskrivaðar vóru áðrenn álopið, so tóku liðfelagar hansara sær av honum, sjálvt um trygdin hjá gíslunum og at fáa teir bjargaðar, var aðalendamál teirra.

Ísraelska herdeildin megnaði at beina fyri øllum terroristunum. Yoni var á lívi tá ið teir fóru avstað aftur úr Entebbe, men tað eydnaðist ikki læknunum sum vóru umborð í ísraelsku flogførunum, at bjarga lívi hansara. Meðan flogførinin vóru ávegis heimaftur til Ísraels, varð staðfest at Yoni var deyður.

Yoni var einasti hermaður ið varð skaddur á hesari miklu bjargingarferð. Av teimum 106 gíslunum vórðu 102 bjargaðir á lívi.

Í einum brævi til bróðir sín, Benjamin, skrivað stutt eftir Yom Kippur kríggið í 1973, sigur Yoni: "Vit fyrireika okkum til kríggj, og torført er at vita hvat vit kunnu vænta. Tað sum eg haldi er jaligt, er, at eg havi valt at búgva her og stríðast, heldur enn at vera partur av jødafólkinum í støðugari útlegd.

Allar neyðsemjur føra bara til oyðing okkara. Av tí at eg ikki bara vil greiða abbabørnum mínum frá um Jødastatin, í einogtjúgundu øld, um 1000-ára útlegd og dreymar, so ætli eg mær at vera verandi her, og stríðast av øllum alvi."

Nú, 40 ár eru liðin, er sama hatur ímóti hesum fólki, sum Yoni Netanyaho bardist so manniliga fyri, enn á lívi og líka virkið. Vit noyðast framhaldandi at taka kyndilin og halda fram at stríðast.

les meira á shalom.fo  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo