Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Heðin Klein gjørdi væl og virðiliga vart við seg, tá ið hann í 1969 gav út sítt fyrsta yrkingasavn Væmingar og vaggandi gjálv.

Tittulin á savninum er ein tú aldrin gloymir!

Hóast tað gingu 24 ár, áðrenn næsta savnið kom út, so var Heðin alla tíðina ein virkin luttakari í føroyska bókaheiminum.

Seinnu árini hevur tað verið væl styttri ímillum yrkingasøvnini hjá honum,  og hann hevur eisini týtt so mætar høvundar sum Olav H. Hauge og Paul Celan.

Nú letur Heðin Klein bókina "Tað orðið" frá sær, og tær 58 síðurnar eru ein yrking, býtt í 26 partar.

Sum skaldið sjálvur sigur, er yrkingin øðrvísi og drúgvari enn tær, hann fyrr hevur skrivað, og hon man, tá ið kvæðini eru frá, vera ein hin longsta, sum er upprunayrkt á føroyskum.

"Tað orðið" er í mangar mátar ein programmyrking, har høvundurin sigur frá síni lívslongu leitan eftir tí rætta orðinum í tí røttu løtuni.

Tað er ein rannsókn at finna akkurát "tað orðið", sum passar og er í samljóði við tað, sum lýsast skal. Yrkingin fær teg at hugsa um savnið "Úr sjón og úr minni" eftir Christian Matras og yrkingina "orðini" eftir Róa Patursson.

Í báðum førum er tað tann sama royndin at sannkenna, hvat tað er at yrkja. Hesa ferð er tað Heðin Klein, sum kemur við sínum mergjaða og sersstaka íkasti til nettupp hesa kanning. "Tað orðið" er ein framúr yrking!

Heðin Klein: Tað orðið. Bárður Jákupsson gjørdi permuna. Mentunargrunnur Studentafelagsins,  58 bls.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo