Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Orð og løg hevur givið út yrkingasavnið Dansa við deyðans grindir eftir Regin Dahl.

Hetta eru úrvalsyrkingar eftir skaldið úr øllum hansara yrkingasøvnum, frá tí fyrsta til tað seinasta, stórthundrað yrkingar til samans. Umráðandi hevur verið, at øll høvuðsevnini eru umboðað í úrvalinum.

Umframt yrkingarnar er í bókini ein stuttur tekstur um skaldið, sum Guðrun Gaard hevur skrivað.

Undirskundandi høvi til útgávuna júst nú er, at tann 5. november í ár eru 100 ár liðin, síðan Regin Dahl var føddur.

Regin Dahl var eitt av føroysku stórskøldunum í undanfarnu øld. 

Hann var bæði orðaskald og tónaskald. 

Orðaskaldið sæst aftur í tónunum, og tónaskaldið speglar sær í orðunum.

Bókin er eitt frálíkt høvi at kunna seg um megintáttin í skaldskapinum og lesa hann samanhangandi í eini og somu bók.

Forlagið Orð og løg varð í síni tíð stovnað til at geva út listarlig avrik eftir Regin Dahl í orðum og tónum.

Dansa við deyðans grindir er 185 bls.

Staðið fyri úrvalinum hevur Heðin M. Klein saman við Hanusi Kamban, Guðruni Gaard og Halgiri Winther Poulsen, permuna hevur Tóroddur Poulsen evnað til, og Sendistovan havt prentumsitingina um hendi.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo