Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Støðan í krígnum ímillum Russland og Ukraina versnar sum dagarnir ganga, og tað frættist hvønn dag frá stórum oyðileggingum og syrgiligum mannalagnum.

Sera nógv fólk koma úr øllum heiminum at hjálpa ukrainum ímóti Russlandi, sum hevur lopið á.

Í gjár segði ukrainski verjumálaráðharrin, Dmytro Kuleba, at yvir 20.000 fólk, menn og kvinnur, úr 52 ymsum londum eru komin til Ukraina at hjálpa til. Tey fara nú at verða savnað í eina serliga altjóða herdeild, segði hann. Fleiri av teimum sjálvbodnum eru amerikanskir krígsveteranar.

Samstundis ljóðaði frá russiskari síðu, at eitt stórt tal av sýriskum hermonnum eru komnir at hjálpa russum í krígnum. Hetta skulu vera fyrrverandi guerillahermenn, sum duga serliga væl at stríðast frá húsi til hús í býunum, siga russar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo