Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er so stórt trot á lastbilaførarum í Stórabretlandi, at um teir vóru 90.000 fleiri, so høvdu allir fingið arbeiði. Tað er metingin hjá handilsfelagsskapinum Logistics UK, sambært BBC.

Brexit, vánalig løn og so tað at ikki verður sett við eru millum orsøkirnar til, at tað í seinastuni hevur verið vónleyst at fáa vørur koyrdar út, og best sæst tað har sum brennievni til bilar verður selt, tí har eru kilometur langar bíðirøðir og sera høgir prísir. Í býarpartinum Chelsea í London noyddust tey at senda kundarnar heim aftur sum av torvheiðum, tí brennievnið var alt útselt, hóast ein litur av bensini nú er komin upp á 23,3 kr, sum er meira enn tvífalt av tí tað vanliga kostar.

Tað ger tað heldur ikki betri, at nógv eru farin at leggja inn undir seg.

Bretska stjórnin ætlar, at fólk úr herinum skulu út at koyra last- og tangabilarnar, so at vørurnar koma út til handlarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo