Sambært ríkisjarnbreytini í Ukraina, eru yvir 30 fólk deyð og yvir 100 skadd, tá rakettir raktu jarnbreytarstøðina í Kramatorsk í Eystur-Ukraina, skrivar Reuters.
Talan var um tvær russiskar rakettir.
Jarnbreytarstøðin var brúkt til at avakuera sivil.
Sambært guvernørinum so vóru fleiri túsund á jarnbreytarstøðini tí tey skuldu til tryggari støð í landinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo