Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er ikki av ongum at tað er forboðið at yvirhála í einum tunli. Tað fær ein maður síðst í 20unum eina áminning frá politinum um. Hann fær eisini ikki eitt men heili tvey klipp í koyrikortið.

Í gjár fekk politiið fráboðan frá einum bilførara, sum koyrdi í Eysturoyartunlinum, at ein bilur hevði yvirhálað við stórari ferð. Hann yvirhálaði ikki bara einaferð, men tvær ferðir, kundi tann sum meldaði boða frá.

Tunnilin er undir strongum eftirliti við video upptøkutólum, og tá politiið setti seg í samband við bilføraran, játtaði hann beinanvegin.

- Tað eru fult upptrektar hvítar strikur allan vegin í einum tunnli, so tað átti at verið ein nóg góð áminning til allar bilførarar um, at tað er ikki loyvt at yvirhála, sigur vakthavandi. Hendir ein samanstoytur í einum tunli, ella kemur eldur í, so er vanlukkan fleiri ferðir størri enn hon er á vanligum vegi.

Vakthavandi upplýsir eisini, at tað var ein ógvuslig hending, tá tveir bilar stoyttu saman á landsvegnum við Hotel Vágar í gjár.

Les eisini: Trý fólk flutt á LS til kanningar eftir ferðsluóhapp omanfyri Sørvág

- Tað bleiv knappliga hált, og tá hatta er landsvegur er loyvi at koyra 80 km/t. At meta eftir, hvussu bilarnir sóu út, so hava teir koyrt skjótt, upplýsir vakthavandi. Hann væntar ikki, at teir kunnu koyra aftur. Tríggjar kvinnur vóru í bilunum, og tær vórðu fluttar á LS við trimum sjúkrabilum.

Annars var eisini sera hált í býnum síðstu nátt. Tað gjørdi, at onkur datt á dintilin og mátti leita sær á skaðastovuna at fáa hjálp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo