Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Flogvøllurin á Akureyri er 2,4 kilometrar langur

Soleiðis eru Føroyar og Vága Floghavn skrásett hjá Jeppesen

Flogvøllurin á Akureyri er 2,4 kilometrar langur

Flogvøllurin á Akureyri er 2,4 kilometrar langur

Soleiðis eru Føroyar og Vága Floghavn skrásett hjá Jeppesen

Føroyar sum land er á øllum heimsins kortum, og Vága Floghavn finst á øllum altjóða listum yvir flogvallir í heiminum.

Eisini á tí mest kenda og mest brúkta av fakfólkum, sum hava við flogvinnuna at gera, yvirlitinum hjá Jeppesen.

Tað er bara at brúka leitimaskinuna hjá Google, so finnast øll yvirlit yvir altjóða floghavnir, har Vága Floghavn eisini er nevnd.

Tá borgarstjórin í Havn sigur, at "Føroyar ikki finnast á altjóða flogkortinum", so er tað eingin í flogvinnuni, hvørki flogskiparar ella serkøn, sum vita, hvat "flogkort" borgarstjórin sipar til, hvørki bókstavliga ella í myndatalu. Í teirra verð so finst einki sovorðið kort, har Føroyar og Vága Floghavn ikki eru nevnd.

Í tjaksending týskvøldið, var eitt av argumentunum móti flogvøllinum í Vágum, at flogfør sum ikki fáa sett seg í Íslandi til dømis, koma ikki hendavegin, "men man velur aðrar loysnir", var ført fram.

Og loysnirnar eru fleiri í sjálvum Íslandi, so eingin grund er at "diversa" til Føroyar, um tað heilt sjáldsama kemur fyri, at eitt flogfar ikki fær sett seg í Íslandi.

Her er eitt yvirlit yvir flogvallir í Íslandi - trýst her

Her er eitt yvirlit yvir stórar floghavnir í Norðurlondum, har Vága Floghavn eisini er nevnd - trýst her

Soleiðis eru Føroyar og Vága Floghavn skrásett hjá Jeppesen

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo