Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í næstum verður skipað fyri 12 jólahaldum í Tórshavnar kommunu, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.

Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 27. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 28. november kl. 16.00. Havnar Hornorkestur spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 28. november kl. 16.00. GHM spælir. Bergur Dam Jensen og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu.

Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 28. november kl. 18.00. GHM spælir. Kristianna Winther Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.

Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan mikudagin 1. desember kl. 17.00. Havnar Hornorkestur spælir. Kári Johansen, býráðslimur, og Anne Mette Greve Klemensen, prestur, bera fram røðu.

Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 15.30. GHM spælir. Ruth Vang, býráðslimur, og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 4. desember kl. 17.00. GHM spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, bera fram røðu.

Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað leygardagin 4. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Ejler Johannesen og Theodor E. D. Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 4. desember kl. 18.00. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Annfinn Brekkstein, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.

Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 16.00. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Óluva Zachariasen og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.

Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 5. desember kl. 17.00. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Bjørg Dam, býráðslimur, og Emil Olsen, prestur, bera fram røðu.

Í Syðradali verður jólatræið tendrað við týsdagin 14. desember kl. 17.30. Bólkur úr Tórshavnar Musikkskúla spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Heri Joensen, prestur, bera fram røðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo