Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

FNU fegnast um, at tað kring landið verður gjørt nógv fyri at varðveita náttúru í nærumhvørvinum. Tað, at fólk hava lætta atgongd at uppliva náttúru í tí økinum, har tey búgva, uttan at skula seta seg í ein bil, hevur stóran týdning fyri trivnaðin. Men, so hvørt býir og bygdir vaksa, verður meira og meira lendi yvirtikið av bygging og tí er umráðandi, at vit standa ímóti og berjast fyri at varðveita so nógv náttúruøki, sum gjørligt.

Eitt náttúruøki, sum tað higartil í stóran mun hevur eydnast at varðveita, er økið fram við Sandá. Har hevur tað, við fáum undantøkum, eydnast at halda bygging eini 50 m frá áarbakkanum. Sama kann ikki sigast um aðrar stórar áir í økinum, so sum Havnará ella Rættará, sum fyri stóran part eru illa viðfarnar.

Men ætlanirnar at byggja kirkju og at gera parkeringsøkið næstan út í ánna eru at meta sum eitt stórt bakkast. Og tí vil FNU staðiliga mæla ímóti, at ætlanirnar verða framdar í verki.

FNU 6. desember 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo