Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Meginfelag Útróðrarmanna tekur ikki undir við broytingunum í Sjófeingislógini, sum fevna um bólk 4A og 4B, og MÚ mælir tí staðiliga frá at samtykkja uppskotini til broytingar í Sjófeingislógina í verandi líki. 

Vit meta, at hetta uppskotið, saman við øðrum átøkum, sum nýliga eru framd, fer at hava við sær eina skipaða niðurlaðan av útróðrarvinnuni, og er ein háðan móti teimum, ið hava útróður sum vinnuveg. 

Bólkarnir 4A og 4B eru teir, sum í forhond hava mestan tørv á fiskidøgum. Hóast hetta, so varð tað trolaraparturin av bólki 4, sum fekk tillutað 300 nýggjar fiskidagar í nýggju sjófeingislógini. Tá ið tað nú verður lagt upp til at taka 200-300 fiskidagar frá bólkunum 4A og 4B, so gevur hetta als onga meining.

Útróðrarbátarnir hava eisini ein søguligan rætt, og hava eins og aðrir partar av vinnuni krav uppá tryggar karmar. Útróðrarflotin varð 'gloymdur', tá ið makrelur varð latin bólki 3, og tá ið nýggir dagar vórðu latnir bólki 4T. 

Síggið nú til, at tit eisini tryggja útróðrarflotanum teir karmar, sum krevjast fyri at reka vinnuligt virksemi.

Meginfelag Útróðrarmanna heitir tí staðiliga á allar tinglimir, uttan mun til politiskan lit, um at fella uppskotini til broyting í Sjófeingislógini í verandi líki.

Í øðrum lagi heita vit á tykkum um at strika allar broytingar, sum viðvíkja bólki 4A og 4B. 

Meginfelag Útróðrarmanna,
Finnbjørn Vang, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo