Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Veðurlagslóg Nú mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja, at hybridbilar og plug-in hybridbilar fáa avgjaldslætta eins og elbilar. Verður broytingaruppskotið samtykt í verandi líki, fer tað at seinka grøna orkuskiftið, so vit verða bundin at olju í longri tíð enn neyðugt.

Í orðaskiftinum seinastu dagarnar eru samgongulimir, landsstýrisfólk og bilasølur komin við fleiri skeivum uppáhaldum um, at elbilar ella el-netið ikki eru nøktandi, og at tørvur tískil er á einari “millumloysn” við hybridbilum.

Elbilar hava tríggjar høvuðsfyrimunir: 1) teir kunnu koyra langt við 100% varandi orku; 2) teir eru serstakliga orkueffektivir; 3) teir eru einfaldir at framleiða, reka og viðlíkahalda.

Við hesum eginleikunum kunnu elbilar gera okkum sjálvbjargin við reinari føroyskari orku, so vit spara olju, útlát og pengar.

Hybrid og plug-in hybridbilar hava ongar av áðurnevndu fyrimununum. Hybridbilar nýta bara diesel ella bensin, og hóast tú kanst løða ein plug-in hybridbil, kann bilurin ikki koyra uttan olju í tanganum. Úrslitið er, at keyparin bæði skal hugsa um at fylla tangan og at løða bilin. Royndirnar vísa síðan, at tey, sum hava plug-in hybridbilar, als ikki løða bilarnar. Avleiðingin er, at útlátið ikki minkar nevnivert við hybridbilum, og vit verða framvegis tengd at olju.

Tískil er tað einasta rætta at eggja fólki til at keypa elbil, næstu ferð tey keypa bil og harvið veruliga at gera nakað fyri at minka um CO2 útlátið.

Elbilar hóska seg væl til núverandi infrakervi, sambært menningarleiðaranum hjá SEV. Skipanin megnar at taka móti fleiri túsund elbilum aftrat uttan stórvegis íløgur í infrakervið. Orsøkirnar eru, at elbilar virka sum orkugoymslur og eru viðvirkandi til, at streymnýtslan í samfelagnum verður javnað út. Flestu elbilaeigarar løða bilin um náttina, tá varandi orka í stóran mun fer til spillis, tí lítið av eftirspurningi er.

At eggja fólki at keypa hybridbilar nú, kann koma teimum aftur um brekku. Tí rákið millum bilframleiðarar er longu nú, at skift verður til elbilaframleiðslu. Spurningurin er tí, hvat virði ein hybridbilur hevur um t.d. 4 ár. Vandin er, at fólk hava gjørt eina íløgu, ið hvørki loysti seg umhvørvisliga ella fíggjarliga í mun til onnur alternativ á marknaðinum.

Við útgangsstøði í fylgjandi tilmælum kann løgtingið broyta lógaruppskotið til veruligt gagn fyri orkuskiftið:

- Leingið fullu MVG-frítøkuna til elbilar minst fram til 2023, helst væl longri
- Leingið fullu MVG-frítøkuna til hitapumpur
- Minkið MVG-frítøkuna í minni stigum
- Ikki veita hybridbilum MVG-frítøku ella avgjaldslætta!
- Veitið plug-in hybridbilum munandi minni MVG-frítøku sammett við elbilar, um ikki onga
- Plug-in hybridbilar eiga at gjalda hægri virðisgjald enn elbilar
- Veitið MVG-frítøku til súkklur, el-súkklur, smáverk og bjálving
- Ásetið ein kolvetnis-skatt, um fígging manglar

Elsa Berg, Ingmar V. á Løgmansbø og Jón Kragesteen,
vegna Veðurlagslóg Nú!

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo