Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Síðani Tórshavnar havn lat pakkhúsið á Eystaru bryggju byggja í 1990, hevur Faroe Ship leigað pakkhúsið. Faroe Ship eigur ein part av pakkhúsinum, sum teir hava umbygt til frystigoymslu.

Upp gjøgnum árini, hevur Faroe Ship gjørt stórar íløgur í pakkhúsið, fyri at tað skuldi lúka krøvini til effektivan flutningshátt.

Nýggja havnarlagið á Eystaru bryggju verður væntandi tikið í brúk komandi heyst, og er ætlanin tí at Faroe Ship byggir nýtt pakkhús úti á Skansabryggjuni. Áðrenn Faroe Ship byggir nýtt pakkhús, má greiða fáast á viðurskiftunum í verandi pakkhúsi.

Aftan á samráðingar eru Tórshavnar havn og Faroe Ship samdir um, at eitt hóskandi endurgjald er slakar kr. 4.9 miljónir. Tilmælið frá havnameistaranum var at rinda hesa upphædd, upphæddin fellur til gjaldingar, tá Faroe Ship eru fluttir í nýggja pakkhúsið á Skansabryggjuni.

Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo