Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mynd: Zacharias R. Jacobsen ber Merkið oman á Tinghúsvøllin

Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin, Zacharias R. Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið, tá ólavsøkan verður sett hósdagin. Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 30 ár. Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisambandi Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er, at hann og hesturin Fúsi vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Fúsa til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Fúsi. Snarpur er vakur 12 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.

Ólavsøkuskrúðgongan byrjaði í 1941, tað vóru reiðfólk ið skipaði fyri. Hetta árið gingu skotskir sekkjapípublásarir á odda. Skrúðgongan fór av vaglinum út á Velbastaðvegin har riðið var kapp.

Seinni bleiv hetta afturvendandi tiltak har øll ítróttarfólk luttaka og hetta fer nú fram ólavsøkuaftan tá ólavsøkan verður sett.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 14. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

Hetta skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo