Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Hetta er ein dagur at fegnast og takka, segði Zakarias Wang í inngangsorðunum, tá ið hann greiddi frá um Skipafelagið Føroyar í sambandi við bókina, sum var løgd fram í dag.

Sí nakrar myndir her

Víðari segði hann:

Hetta er ein dagur at fegnast og takka.

Nú klokkan fýra eru hundrað ár liðin síðan partafelag nr. 3 í føroysku partafelagsskránni, P/F Skipafelagið Føroyar, var stovnað.

Hesi hundrað árini er nógv broytt. Bara fyri at taka eitt dømi. Her sum vit nú sita var opið hav fyri hundrað árum síðani. Skansaboðanir brutu, og mong skip sorlaðust í briminum her innanfyri. Her úti var hýsa og smáfiskur, sum havnarmenn fiskaðu at fáa sær í pottin. At vit nú kunnu sita fjálg her inni er øllum tí framburði fyri at takka, sum hevur verið farnu øldina. Hesin framburður er eisini íkomin av virksemi Skipafelagsins.

Fyrsta fortreytin fyri, at nakað partafelag kann stovnast, er at tað eru nøkur, sum hava íløgufæ. Eins og nú kundu tey tá í tíðini skvatla hesa uppsparing burtur. Tað gjørdi nøkur, men onnur valdu heldur at gerast íleggjarar. Tey komu við váðafúsum eginkapitali og settu avlopsfæ í hesa vinnulívsfyritøku. Hetta sýndi dirvi. Tey vónaðu sjálvandi, at íløgan fór at loysa seg, soleiðis at tey fingu meir í vinningsbýti enn tey høvdu fingið við at sett peningin inn í sparikassan. Men tey vóru greið yvir, at vinnulívið kann vera svikaligt. Sum føroyingar vistu íleggjararnir, at fyri at liva var neyðugt at fara út á tað vágvilla hav, har vandar lúra, og mangir menn ikki bera boð í bý. Hin vegin vistu føroyingar, at tað viðhvørt bar til at koma aftur av úróðri við giltum fongi.

Tað eru hesir djørvu íleggjarar, sum hava heiðurin av, at vit í dag kunnu halda 100 ára dagin.

Mangan var broddurin harður. Í veruleikanum var tað um reppið, at felagið kollsigli longu annað árið. Tá var sáttmáli gjørdur um ein nýbygning, men skipasmiðjan fór á heysin tá skipið var meir enn hálvliðugt. Hetta hendi samstundis sum ein tann stytsta og djúpasta kreppa, sum vit hava havt ta síðstu øldina, herjaði allan vesturheimin. Ongin hevði tá ráð at gjalda fyri at fáa skipið gjørt liðugt, og partapeningurin var niðurskrivaður til 1/5.

Men felagið fór ikki undir heilt. Í 1923 tók Edward Mitens við sum nevndarformaður, og hann útvegaði felagnum eitt kappingarført skip at sigla fólk og fæ Føroya og útheimin millum. Mitens hevði frálíkt hegni at fáa dugnalig fólk afturat sær. Fyrstu árini vóru tað Andreas Ziska, Jens av Reyni og Christian Holm sum tóku tey tungu tøkini. Síðani tók Zacharias Niclasen við, og hann helt um stýrisvølin til hann doyði i 1965.

Tá kom sonur hansara Oddur at standa fyri til hann doyði í 1989. Hesir fedgar høvdu eisini sama sjáldsama hegni at fáa gott fólk afturat sær. Hetta gjørdi, at fyritøkan hevði høgt tænastustøði, og viðskiftafólkunum dámdu væl at nýta Skipafelagið. Tey sum arbeiddu har kýttu seg fyri at gera alt sum gerast kundi fyri at hjálpa teimum, sum høvdu tørv á teimum tænastum, sum felagið veitti.

Hóast tann lúsing, felagið fekk í vøgguni, so kláraði tað seg. Upprunaligi partapeningurin var 700.000, og av hesi upphædd hevði løgtingið helvtina og privatfólk hina helvtina. Eftir niðurskrivingina fekk felagið í 1925 nakað av nýggjum partapeningi, men løgtingið setti ikki meir í. Í 1953 fekk felagið eitt nýtt skip, og tá vaks partapeningurin nakað, men heldur ikki tá setti løgtingið meir í felagið. Upprunaliga kundi bert løgtingið eiga fleiri partabrøv enn fyri 10.000 krónur, seinni 50.000 krónur, men í 1979 góðkendi tað almenna, at ein grunnur til minnis um Zacharias Niclasen, sum Jona, einkja hansara hevði stovnað, kundi eiga fyri meir enn 50.000 krónur.

Í tí miklu kreppuni fyri aldarmótið hvurvu flestu føroysku partafeløgini, og partabrøvini fóru á vestfallið. Men øðrvísi var í Skipafelagnum. Har settu íleggjarar meir partapening í. Í tí sambandinum vóru tey gomlu partabrøvini uppskrivaði til fult virði. Tey minstu partabrøvini, sum høvdu ljóðað upp á 25 krónur, og sum høvdu verið niðurskrivaði til 5 krónur, vóru nú aftur 25 krónur verd. Hetta var eisini galdandi fyri løgtingsins partabrøv, so løgtingið er framvegis eigari av helvtini av tí upprunaliga partapeninginum. Tíverri eru tað nøkur, sum ikki hava funnið fram gomlu partabrøvini, men fyritøkan ger alt fyri at hjálpa teimum hesum viðvíkjandi.

Tann sum eigur eitt partabræv, eigur ein part av tí fyritøku, sum tað stendur í. Gongst fyritøkuni væl, verður hon meira verd, og partabrævið veksur í virði. Ofta verður ein partur av hesum virðisvøkstri útgoldin sum vinningbýti á hvørjum ári. Íleggjarar hyggja eftir, hvørji partafeløg vaksa mest í virði, og í hesar fyritøkur loysir tað seg best at gera íløgur. Eitt felag, ið hevur stórt vinningsbýti, av tí at raksturin hevur loyst seg væl, hevur tí lætt við at fáa íleggjarar at seta enn meira pening í og harvið vaksa um sítt virksemi. Tey virki, sum ikki hava avlop, noyðast at gevast og íleggjararnir missa sín partapening. Aðrar fyritøkur eru miðalfyritøkur. Tær hava nóg nógv avlop til at gjalda sínar rokningar, men orka ikki at leggja niðurfyri til neyðugar nýíløgur.

Skipafelagið var ein av hesum miðalfyritøkum. Tað kláraði seg, men ikki so væl, at tað gjørdist áhugavert hjá íleggjarum at ogna sær partabrøv í felagnum. Í sekstiárunum megnaði felagið ikki longur at vera við í kappingini um flutning av ferðafólki. Heldur ikki orkaði felagið at taka lut í flúgvingini. Eftir var sigling við frakt. Hetta dugdi felagið væl og kundi standa seg í vanligari kapping við onnur skipafeløg.

Her var ein vansi, og tað var samskifti við tað almenna. Sjálvur upprunin til Skipafelagið var tann, at handilsmenn í Suðuroy, sum vóru lokomotivið í føroyska framburðinum og áttu meginpartin av fiskiflota okkara, vóru misnøgdir við at strandferðslan var ov vánalig. Hetta kom av tí, at donsku embætismenninir í Havn ikki vildu gera nakað fyri at lætta um ræsirnar hjá tí fría handlinum, tí har vóru menn, sum ikki lútaðu fyri embætismonnunum. Tá er tað, at mortensensmenn á Tvøroyri fáa sær ein dampara til strandfarasigling, og frá 1895 við einum nýbygdum skipi, tí fyrsta smyrlinum. Embætismenninir skuldu góðkenna takstirnar. Hetta gekk tó væl í fleiri ár, og raksturin av skipinum gav handlinum inntøku. Hetta helt uppat í 1914, tá heimsbardagin brast á og allir prísir fóru upp. Danski amtmaðurin vildi ikki loyva mortensensmonnum at fylgja við í hesum prísvøkstri, og nú gav raksturin eitt árligt hall sum svaraði til millum tíggju og tjúgu milliónir nútíðarkrónur.

Tá er tað, at ungi sonur reiðaran á Tvøroyri, sum í 1923 skifti navn frá Mortensen til Mitens, verður valdur á fólkating í 1915, og hann tekur upp samvinnu við mótstøðumenninar hjá amtmanninum, sum legði fótonglr fyri privatu strandferðsluna hjá suðuroyingunum.

Teir, sum vóru fyri at knúlva privata virksemi í føroysku strandferðsluni, vóru høgrumegin í donskum politikki. Vinstrumegin vóru javnaðarmenn og teir radikalu, og teir vóru sera fegnir um at fáa ein so dugnaligan mann sum Mitens at hjálpa sær í bardaganum ímóti teimum høgrahallu, herundir amtmanninum Rytter, sum ikki var útnevndur av tí vinstrahallu stjórnini. Mitens fall á fólkatingsvalinum 1918, men viðhaldsmenn hansara høvdu framvegis valdið í Danmark, og teir vildu fegin hjálpa Mitens at sleppa framat aftur, og tí játtaðu teir, at løgtingið stuðlaði ætlan Skipafelagsins við at seta 350.000 krónur í felagið. Hetta var uttan iva í vónini um, at styrkja Sjálvstýrisflokkin og Mitens, so hann aftur slapp inn á fólkating. Men á páskum 1920 fall tann stjórn, sum vildi hjálpa Mitens og Skipafelagnum. Í tí høgrahallu stjórnini, sum tá kom til, var tað sjálvur Rytter, sum var ráðharri fyri Føroyar. Tá Skipafelagið kom í kløtur seinni í 1920, kundi hesin serfíggindi Mitens havt játtað at hjálpa tí felag, sum løgtingið statsins vegna átti helvtina av. So hevði ogn løgtingsins verið bjargað. Men við at siga nei kundi Rytter raka sín serliga andstøðumann í Føroyum, og harvið styrkja tær høgravendu kreftirnar í Danmark. Lítið er at siga til at hann nýtti sítt vald til ikki at hjálpa sjálvstýrismeirilutanum í løgtinginum at varðveita virði av tí íløgu, føroyingar høvdu gjørt.

At tað eydnaðist at fáa tað fyrsta Tjaldrið í 1925 var uttan iva eitt úrslit av tí, at vinstraflokkarnir vóru komnir aftur til valdið í 1924. Forsætisráðharrin Stauning stóð í takksemiskuld til Mitens, og legði so til rættis, at stjórin í ØK fekk Skipafelagnum eitt nýtiligt skip uttan at tað sást í nøkrum almennum roknskapi.

Men í 1929 slitnaði millum Mitens og nýggju viðhaldsmenninar hjá Stauning í Føroyum, javnaðarmenninar.

Síðani tá hevur Skipafelagið verið noytt til at líta á egnan mátt og megi. Tann skipan, sum danska stjórnin heldur uppi í Føroyum, hevur ikki havt tann hugburð, at tað ræður um at leggja viðurskiftini soleiðis til rættis, at frí kapping skal vera millum vinnulívsfyritøkur. Her er tíverri ikki ókent, at tað almenna ger íløgur, sum eru í kapping við privatu vinnuna.

Hetta setur stór krøv til teirra, sum taka avgerðir í fyritøkunum. Tá vit hava fellisár, gerast krøvini enn størri.

Tá kreppan hevði leikað um aldarmótið, noyddist leiðslan í Skipafelagnum at taka samanum.

Niðurstøðan var, at felagið skuldi leggja meir dent á fremsta endamálið hjá einari og hvørjari fyritøku, nevniliga at varðveita og vaksa um virðið av felagnum. Kundi hetta gerast við at halda fram við tí virksemi, sum higartil hevði verið rikið? Her var greitt, at av tí framburði, sum millum annað virksemi skipafelagsins hevði havt við sær í Føroyum, var sigling upp á Føroyar vorðin áhugaverdari enn tá felagið var stovnað.

Útlendskir íleggjarar vóru fúsir at leggja fæ á borðið fyri at sleppa upp í hesa sigling. Talan var um ovurhonds upphæddir í stór nýggj skip. Hendan kapital var eingin møguleiki fyri at fáa til vega í Føroyum við tí skipan, har var við at helvtin av jørðini lá sum deyður kapitalur hjá tí almenna.

Leiðandi menn felagsins noyddust tí at velja um teir skuldu halda fram sum higartil við útliti til, at tøkniliga gongdin fór at bera við sær, at inntøkurnar minkaðu, og rakstarhallið át alla ogn felagsins upp. Tá var bert at venda sær til skiftirættin at selja rovini á uppboði til hægsbjóðandi.

Hin møguleiki var at siga, at sum var, var felagið eitt virkið felag, sum hevði dugnalig starvsfólk, trúgv viðskiftafólk og hevði meginpartin av flutninginum til og úr Føroyum. Fyri ein og hvønn íleggjara, sum hevði avlopsfæ, var hetta ein dreymaíløga. Við at selja meðan væl var, kom Skipafelagið at fáa ein ávísan kapital, og spurningurin var so, um nevndin dugdi at fáa nakað burtur úr hesi upphædd.

Greitt var, at fleiri útlendskir keyparar høvdu áhuga, men nevndin vendi sær fyrst til ta føroysku fyritøkuna Smyril Line og bjóðaði henni at keypa alt Skipafelagið til marknaðarprís. Smyril Line spurdi millum annað um felagið var hugað at seta ein part av upphæddini í Smyril Line sum partapeningur. Skipafelagsnevndin segði at tað bert kundi koma upp á tal um so var at kanningar prógvaðu, at talan var um eina skilagóða íløgu. Tá hoyrdist einki aftur frá Smyril Line. Tískil kom einki burtur úr hesum samráðingum, so dreymurin um at fáa eina føroyska loysn datt niður fyri.

Tá var tað, at íslendska reiðaríið Eimskip kom inn í myndina. Fremstu menn Skipafelagsins fóru til Reykjavíkar um miðjan august 2004 og gjørdu eina pricipiella semju um at selja til Eimskip. Tað tók tó nakað av tíð at fáa alt upp á pláss, men 20. oktober 2004 vórðu 100 milliónir føroyskar krónur fluttar inn á kontu Skipafelagsins. Harumframt fekk felagið fyri 150 milliónir føroyskar krónur í partabrøvum í Eimskipum. Hetta var ein íløga við miklum váða, og í fíggjarkreppuni í 2008 fór Eimskip á heysin og øll partabrøvini, eisini tey frá 1914 mistu sítt virði. Men Eimskip fekk beinavegin nýggjar íleggjarar, og livir sítt fríska lív.

Tær almennu Føroyar, sum í sínari tíð høvdu sett 350.000 krónur í Skipafelagið sum partapeningur, og sum hevði fingið útgoldið vinningsbýti av einum fimtingi av hesi upphædd til partbrøvini vóru uppskrivaði til fult virði í 1998, og síðani fult vinningbýti, fekk nú 30 milliónir í skatt av søluinntøkuni. Hetta kom afturat tí skatti, sum felagið sjálvt og øll tey, sum høvdu arbeitt í tí hesi ár, høvdu goldið. Fyri tað almenna hevði íløgan í Skipafelagið tí loyst seg væl.

Eimskip setti eitt føroyskt partafelag á stovn sum fekk navnið Faroe Ship, og har komu øll tey, sum høvdu arbeitt á Skipafelagnum at arbeiða, soleiðis at viðskiftafólkini framvegis fingu eins góða tænastu sum tey higartil høvdu fingið. Kappingin er ikki minkað, og føroyska handilsvinnan hevur alstórt gagn av henni, soleiðis at tað er bíligari enn nakrantíð at flyta vørur til og úr Føroyum. Í so máta er talan um eina sólskinssøgu fyri ta íløgu, sum føroyska handilsvinnan gjørdi í Skipafelagið fyri hundrað árum síðani. Tey vanligu fólkini sum settu pening í, hava havt tann vinning, at vøruprísirnir í handlunum alla tíðina høvdu verið hægri, um vit ikki høvdu havt hesa kapping um at sigla upp á Føroyar.

Í oktober 2004 skifti felag nr. 3 í føroysku felagsskrásetingini navn frá at eita Skipafelagið Føroyar til at eita Tjaldur. Hetta er eitt navn við søguligum veingjasúsi. Nólsoyar Páll kallaði seg sjálvan fyri Tjaldrið, sum skuldi verja føroyingar fyri útlendskum yvirgangi. Mitens visti jú, at fyrsti mortensenhandilsmaðurin á Tvøroyri hevði lært handil hjá bróðursyni Nólsoyar Páls, og tá Skipafelagið fekk sítt fyrsta góða skip, fekk tað navnið Tjaldur.

Hvussu hevur so hildnast síðani?

Hetta verður ikki umrøtt í bókini, sum bert viðger tey fyrstu 85 árini av søguni hjá partafelag nr. 3.

Hóast nógv er hent í fíggjarheiminum síðan 2004 og vit hava sæð eina kreppu í 2008, tá allur heimurin rillaði, so ber til at siga, at partafelag nr. 3 í føroysku partafelagsskránni framvegis er til! Nú virkar tað sum eitt vinnufelag. Hetta slag av feløgum setir pening í onnur feløg í vón um at henda íløgan fer at loysa seg og gevur hægri úrtøku enn aðrar íløgur. Hetta eru íløgur við váða. Í USA verður sagt, at av hvørjum fimm slíkum íløgum fara tvær á heysin, tvær klára seg so dánt, men um so er at tann fimta gevur so nógv av sær sum vónað, so kann tann samlaða íløgan í allar fimm fyritøkurnar loysa seg.

Nú skuldi tað standa sína roynd, um Føroyar vóru tilreiðar at skapa møguleikar fyri vinnulívsfyritøkum, soleiðis at íløgur í føroyska vinnulívið loystu seg eins væl og kanska betri enn íløgur aðrastaðni.

Her skal ikki verða farið út í smálutir, men tað er ikki av leið at nevna, at fyrsta íløgan sum Tjaldur gjørdi, var í alivinnuna. Har hevði verið arbeitt við skiftandi hepni í eini tjúgu ár, men 2004/05 var eingin áhugi fyri at gera íløgur í hesa vinnu.

Hvør var so fyrsta íløgan sum Tjaldrið gjørdi? Tað var at seta 20 milliónir krónur í Bakkafrost. Tá aðrir íleggjarar sóu, at Tjaldrið tordi at taka so rívan til, komu teir eisini upp í við smærri upphæddum. Ikki skerst burtur, at hendan íløga hevur gjørt stóran mun í okkara samfelag. Tjaldrið hevur havt nevndarformannin í Bakkafrost síðani.

Eisini kom Tjaldrið við nógvum peningi, tá teir gomlu eigararnir í Vónini ynsktu at selja fyritøkuna. Í tíðini meðan Tjaldrið átti Vónina meira enn fimm faldaðist sølan, og felagið fekk fótafesti í Norra, Danmark og Litavia.

Tjaldrið hevði eisini eitt høvuðslutverk tá Effo var keypt til Føroyar frá Statoil í 2007. Tjaldrið er framvegis virkið í Effo.

Tjaldur setti eisini pening í JT Electric, sum trongdi til nýíløgu, um felagið skuldi halda áfram. Hetta var í 2006 og síðani hevur Tjaldur sett meira pening í felagið. Tjaldur eigur felagið enn, og við tillaging og umlegging av driftini, sær nú út til, at felagið er farið at vinna pening og er eisini komið út um landoddarnar.

Sama er at siga um aðrar íløgur, sum Tjaldrið hevur gjørt, bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið hevur goldið vinningbýti, og partabrøvini hava framvegis virði.

Um bókina er at siga, at listamaðurin Tróndur Patursson hevur gjørt kápumyndina. Tá eg spurdi hann, segði hann, at hann var ofta biðin um at gera kápumyndir til bøkur, men bar hann seg vanliga undan. Men í hesum føri segði hann ja, tí at hann hevði siglt í trý ár við skipum hjá Skipafelagnum og har fingið siglingstíð. Honum dámdi so væl, at hann hevði gjørt av, at um hann fór á skúla og fekk prógv sum navigatørur, so fór hann at taka av tilboðnum teir góvu honum um at koma upp á brúnna. Men so helt hann, at hann kundi royna fyrst at fara á listaskúla og vita hvussu tað gekst – og restin er søga! Men hann var sera glaður fyri at gera kápumyndina við himmali og havi og teimum báðum Tjaldrunum.

Eitt sum eg fegnist serliga um í bókini er at tað eydnaðist at fáa gjørt eitt yvirlit yvir aðalfundirnar í felagnum. Har ber til at síggja hvør ið er valdur í nevnd og nær. Góðum fólkum fyri at takka hevur tað eisini eydnast at fingið myndir av hesum fólkum, sum hava havt so stóran týdning fyri Skipafelagið og alt okkara samfelag. Í so máta skal eg serliga takka løgtinginum og Birgar Johannessen fyri hjálp.

Nú skal eg handa Rúna M. Hansen, nevndarformanninum í Tjaldrinum, partafelag nr. 3, fyrsta eintak av bókini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo