Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskyj, fer at halda røðu beinleiðis fyri danskarum á frælsisdegnum tann 4. mai.
Tað verður á tveimum tiltøkum, sum Jyllands-Posten og Politiken skipa fyri, skrivar Jyllands-Posten.
Zelenskyj heldur røðuna frá loyniligum stað í Kyiv, og verður hon víst á stórskíggja í Keypmannahavn og Aarhus.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo