Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ukrainski forsetin, Volodimyr Zelenskyj, innleiddi altjóða filmstevnuna, sum á 75. sinni varð sett í Cannes í dag.

- Vit fara at vinna kríggið, segði hann í taluni, ið varð stroymd beinleiðis úr Kyiv til allar filmsgestirnar, sum fram til 28. mai fara at síggja mest áhugaverdu nýggju biograffilmarnar.

- Tað er neyðugt, at filmsvinnan ikki tegir, segði Zelenskyj.

Í livandi taluni, sum varð simultantulkað, gjørdi Zelenskyj fleiri samanberingar við Chaplinfilmin ”The Great Dictator” frá 1940.

- Teir harðrendastu einaræðisharrarnir í 20. øld elskaðu film, segði forsetin og peikaði á tað ironiska, at filmarnir um teir vóru “horrific documentaries and newsreels.”

Zelenskyj nevndi Vjetnamfilmin hjá Coppola, ”Apocalypse Now”, og knýtti til russisku innrásina, sum byrjaði um morgunin.

Dómsnevndin og allar innbodnu stjørnurnar fylgdu við í nemandi taluni.

- Eg eri vissur í, at einaræðisharrin fer at tapa, segði Zelenskyj at enda.

Hann nevndi ongantíð Putin við navni, hóast eingin ivaðist í, hvønn hann meinti við.

Talan endaði við kendu heilsanini ”Slava Ukraina” - allur heiður til Ukraina.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo