Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tá arkitektakappingin um miðbýin í Havn varð avdúkað í 2014, vóru nógvar spennandi loysnir fyri alt økið frá Steinatúni og oman á Havnargøtu. Tað vóru Zeta Architects, sum vunnu kappingina.

Uppskotið og skitsan um at leggja part av Havnará opna framvið Tinghúsinum oman eftir Vaglinum, var eisini við í teirra uppskoti. Henda ætlan verður veruleiki nú.

Men Zeta gjørdu tá eisini eitt sera vakurt uppskot um, hvat gerast kundi við økið frá Kongabrúnni og út móti Havnarskrivstovuni, tá nú alt virksemið á økinum fór at verða flutt út í Nýhavnina.

Uppskotið vísir eina avbera vakra promenadu – og mínsann um ikki Zeta arkitektarnir hava plaserað eitt mentanarhús akkurát har, sum fleiri meta, at Tjóðleikhúsið fer at standa best.

Viðmerkjast kann, at okkurt av hesum er veruleiki í dag, t.d. træbrúgvin innast við Kongabrúnna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo