Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Felagsliðið fyri vestan hevur altíð vekta ungdómsarbeiði høgt og síðan Hegga Samuelsen mátti siga høvuðsumgdómsvenjarastarvið frá sær, hevur verið arbeitt hart við at fylla skógvarnar eftir Hegga.

Leitað hevur verið bæði innanlands og uttanlands eftir rætta venjaranum til starvið og er valið falli á bretan Matthew Potter.

Matthew Potter er 40 ára gamal og útbúgvin UEFA A venjari við serligum fokus á ungdómsfótbólt, har hann hevur lokið hægstu UEFA venjaraútbúgvingina innan barna- og ungdómsfótbóltin. Seinastu árini hevur Matthew starvast sum ungdómsvenjari og -mennari hjá Norwich City og Cholchester United í Onglandi, umframt at arbeitt sum fótbóltmennari hjá enska og norska fótbóltssambandinum.

Matthew hevur undirskriva 1,5 ára sáttmála við 07 Vestur og kemur hann til landið í seinni helvt av august mánaði og byrjar í starvinum beinavegin hann er komin heim. Unnustan og børnini (2 og 4 ár) koma heim seinni í ár.

Ungdómsvenjarahópurin telir eisini navnframa Jens Erik Rasmussen, umframt fleiri lokalar góðar lokalar kreftir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo