At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ungdómsvenjararnir hjá 07 Vestur: Eitt av tilboðunum í menningarætlanini hjá 07Vestur er Futsal. Vit halda at futsal kappingarnar, sum FSF hevur skipað fyri í nøkur ár fer at lyfta tað tekniska støðið í føroyskum fótbólti.

Í Futsal spælir man við einum øðrvísi bólti. Eyðkenni fyri bóltin er, at hann er lítil, vigar tað sama, sum ein vanligur bóltur, og hevur eitt bleytari innihald, sum ger, at bólturin hoppar ikki, og tí er nemmari at temja.

Vøllurin er ein hondbóltsvøllur, har spælt verður við 4 útileikarum og einum málmanni.Hvønn týdning Futsal hevur havt fyri menningina av fótbólti kann ikki virðismetast nóg høgt. Nógvir av teimum allarbestu brasiliansku spælarunum, so sum Pelé og Neymar, byrjaðu við Futsal. Tað er ikki óvanligt í Brasilia, at børn bert spæla futsal til tey eru tannáringar, nústani tá byrja tey uppá vanligan fótbólt. Futsal gevur spælarum betri teknik, spælið gongur skjótt, og tí stimbrar tað eisini spælskilið.

07Vestur hevur í løtuni eitt tilboð, sum er morgunvenjingar fyri øll børn frá U9 – U15. Morgunvenjingarnar eru mána- miku- og fríggjadag. Mikudag eru venjingarnar í Sørvági, og hinar morgnarnar á Giljanesi.

Venjingin er frá 0630 til 0745. Fríggjadag verður eisini vant á Giljanesi seinnapartar, U9 og U11 venja kl. 1400, U13 – U15 venja kl. 1500, og U7 venja kl. 1600.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo