Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

RFF: Næmingarnir í 1. flokki í Hósvíkar skúla vóru spentir í morgun, tá Ferðslutrygd vitjaði tey. Eins og undanfarin ár fáa 1. flokkar súkkluhjálm.

Tey vóru hugagóð, tá Ferðslutrygd greiddi frá um hjálm, og hví hann er umráðandi at brúka, tá vit súkkla, standa á rulluskoytum ella á rennihjóli. Fleiri søgdu søgur um, tá tey høvdu fingið skaða í bein ellar arm, tá tey vóru dottin, og at tá bar til at fáa tað í rættlag. Verri er, um høvdið tekur í, tí tá kann vera verri at bøta.

Ávirkan á skaðar á høvur
Súkkluhjálmur kann ikki fyribyrgja, at óhapp koma fyri, eins og hann ikki kann byrgja fyri øllum skaðum á høvdið. Men ert tú óheppin, og dettur av súkkluni, minkar vandin fyri skaðar á skalla, høvd og heila munandi.

Hvussu virkar súkkluhjálmur?
Súkkluhjálmur virkar í fyrra lagi við at javna stoytin móti høvdinum yvir eina størri flatu. Í øðrum lagi forðar hann fyri, at hvassir lutir, so sum steinar ellar hvassir lutir á súkkluni, sleppa gjøgnum húðina ella skallan. Hetta kann minka ella forða skaða á heila og skalla.

Eins og undanfarin á verða hjálmarnir latnir 1. floksnæmingum í samstarvi millum Trygd, Betri og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo