Tú hevði verið ovfarin av at vita, hvussu nógv tað kostar mær at síggja 'bílig' út
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið vaks við 765 fólkum í 2021. Tað er ein vøkstur á 1,4%. Hóast vøksturin er eitt vet minni enn í 2020, heldur fólkatalið fram við at vaksa, og 1. januar búðu 53.664 fólk í Føroyum.

Gongdin í fólkatalinum í 2021 líkist nógv gongdini í 2020. Hesi bæði árini er fólkatalið vaksið við millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið. Tað er eitt sindur lægri enn í 2018 og 2019, tá vøksturin fyri hvørt 12-mánaðarskeið lá millum 1,6% og 1,8%. Í 2020 og 2021 løgdust í miðal 65 fólk aftur at um mánaðin. 

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali.  Av bygdunum í kommunum er størsti vøkstur í tali í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. 

Í 10 av 29 kommunum minkaði fólkatalið. Størsta minking var í Kvívíkar kommunu, og av bygdunum í kommununi minkaði fólkatalið mest í Kvívík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo