Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tjóðveldi ætlar sær niður á fólkating at tala Føroya søk og varpa ljós á viljan og áræðið til at taka við ábyrgd av egnum landi. Tann virðiliga boðskapin hava vit saknað seinastu trý árini, nú fólkatingsumboðanin menti seg til eina kapprenning eftir donskum pengum uttan um løgtingið og fastfrysta blokkin. Her eru 10 grundir til at velja eina tjóðskaparrødd á fólkating:

1. Umboða bara Føroyar
Allir hinir fimm flokkarnir, sum stilla upp til fólkatingsvalið, stuðla bláa ella reyða vonginum í donskum politikki. Tað ger Tjóðveldi ikki. Vit verða reyð, blá og hvít og umboða bara føroysk áhugamál. Treytaleysur rættur at skipa Føroyar sum fullveldi er okkara aðalmál.

2. Føroyskur framtakshugur
Framtakshugurin í Føroyum hevur aldrin verið størri enn nú. Búskaparliga, vinnuliga, handilsliga, mentanarliga og ítróttarliga eru vit á veg fram – og trúgva upp á eina bjarta framtíð. Boðskapin um hetta framfýsnið fara vit hvønn dag at bera fram á fólkatingi.

3. Sjálvbjargni á breddan
Vit hava fastfryst blokkin á 642 mió. kr. Allir flokkar eru samdir um hetta, og blokkurin er nú bara 9 prosent av fíggjarlógini og 3 prosent av BTÚ. Tá ber ikki til at hava fólkatingsmenn, sum seta gomlu refusiónsskipanina í verk aftur – uttan um blokkin og løgtingið.

4. Løgtingið bypassað í verjumálum
Størsta misálitið farna árið mótvegis føroyskum fólkaræði var at bypassa løgtingið í radaramálinum, tí fólkið vildi hava tingið at taka støðu til málið, m.a. um føroyingar sjálvir skuldu reka radaran, og um loftrúmið skuldi yvirtakast. Málið skal aftur á beint.

5. Fyrireika yvirtøkur
Lítið framskygt er onga ábyrgd at taka á verju- og trygdarøkinum. Taka vit ábyrgd á økinum við at reka radaran á Sornfelli og yvirtaka loftrúmið, fáa vit innlit og inntøkugevandi størv á høgum stigi. Vit gera eisini klárt at yvirtaka føroyskt dómsvald og løgreglu.

6. Yvirtikin mál í vanda
Føroyski ræðisrætturin er undir stórum trýsti, nú danskir politikarar eru farnir at kalla fjarskiftis-, handils- og fiskivinnumál trygdarmál, so teir einvíst kunnu flyta vald, sum føroyingar hava havt í yvirtiknum málum, aftur til Keypmannahavnar. Tann gongdin skal steðgast.

7. Fremja handilsavtalur
Føroyar liva av samhandli við onnur lond, men kunnu ikki vera limir í WTO og øðrum altjóða felagsskapum, tí uttanríkispolitikkur er danskur. Vit virka fyri at tveita hesa spennitroyggjuna av okkum, so vit kunnu føra sjálvstøðugan handils- og uttanríkispolitikk.

8. Tryggja rættindi
Vit tryggja og menna rættindini hjá føroyskum lesandi, sjúklingum, pensjónistum og øðrum við ørindum í Danmark og hjá donskum myndugleikum. Tjóðveldi hevur hollar royndir frá umboðanum á fólkatingi fyrr at fremja hesi mál.

9. Nei til ríkisráðharra
Konservativi flokkurin í fólkatinginum, sum Fólkaflokkurin samstarvar við, ætlar at draga Føroyar og Grønland longur inn í danskan politikk við einum nýggjum ráðharra fyri ríkið. Fær Tjóðveldi umboð á fólkating, verður henda ætlanin vend í hurðini.

10. Søguloysi á fólkatingi
Í sambandi við fólkatingsvalið stilla 39 royndir fólkatingslimir ikki uppaftur, sum vita nógv um Føroyar og Grønland. Vandi er tí fyri, at søguloysið í fólkatinginum verður stórt. Fáa vit umboðan aftur, fara vit stútt og støðugt at minna fólkatingið á sjálvstýrisstrembanina í Føroyum.

Magni Arge, Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo