Forlagið Leirkerið hevur júst givið eina nýggja viðkomandi ungdómsbók út við 10 spurningum (og svar) um kristnu trúnna.
Bókin spyr m.a.:
Hvussu kanst tú trúgva, at bíblian er sonn?
Kann Jesus vera sannur fyri teg, men ikki meg?
Kann tað ikki gera tað sama, um tú ert ein drongur ella ein genta?
Er kristna trúgvin ikki ímóti fjølbroytni?
Sama hvørt talan er um í skúlanum, millum vinir ella á sosialum miðlum, so fara tannáringar at uppliva veruligar avbjóðingar, hvat trúnni á Jesus Kristus viðvíkur. Og sama hvørt tú metir teg vera ein eftirfylgjara hjá Kristusi ella ikki, so kunnu hesar avbjóðingar tykjast av sonnum lemjandi.
Hendan bókin loftar órædd torføru spurningunum, tannáringar seta um kristnu trúnna, og vísir teimum á sannførandi svar.
Arni Zachariassen týddi bókina til føroyskt. Hon fæst til keyps í bókahandlunum kring landið og á nethandlinum www.leirkerid.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo