

Leiðarin í høgraradikala bólkinum Oath Keepers og 10 aðrir Trump-stuðlar eru ákærdir í sambandi við stormingina av Kongressini í januar í fjør.
Sambært NRK er hetta fyrstu ákærurnar eftir stormingina og vísir at Løgmálaráðið metur hendingina sera álvarsama, skrivar CNN.
Millum ákærdu er leiðari í Oath Keepers, Stewart Rhodes, sum var handtikin av FBI hósdagin. Løgmálaráðið vísir til fleiri nýggjar upplýsingar í ákæruni, millum annað um hvussu álopið var lagt til rættis og útint, skrivar NRK.
BREAKING: The DOJ has indicted the leader of the Oath Keepers militia group and several other members on charges of seditious conspiracy involving the Jan. 6 attack. https://t.co/tnQh0YED6W
— World News Tonight (@ABCWorldNews) January 13, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo