Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Spælifilmurin 111 góðir dagar gongur nú í Havnar Bio. Filmurin varar 95 minuttir, og snýr seg um tveir menn, sum blíva við at hittast undir margháttligum umstøðum. Tað vísir seg spakuliga, at teir eru samantvinnaðir av onkrari hægri megi, sum teir ikki skilja.

Talan er um ein svartan skemtifilm, ið m.a. viðger yvirgangin frá ungdómi til vaksnamannalívið.

Nógv kend andlit eru við í filminum, høvuðsleikarar eru Búi Dam, Torkil Tórgarð, Mariann Hansen, Annika Hoydal og Kjartan Hansen.

Trygvi Danielsen hevur skrivað og leikstjórnað filmin, sum Pætur Marjunarson Dahl hevur framleitt í samstarvi við KVF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo