Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Varðin í Gøtu er móðirfelag hjá fleiri øðrum feløgum, eitt nú Hvamm, Krossbrekku, Driftini og Gulenni sum so eiga skip sum Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Jupiter fyri at nevna nøkur. Eisini eigur Varðin stóran part í øðrum fyritøkum, eitt nú Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Nettosølan hjá konsernini í fjør var 878 mió kr, sum skal samanberast við 491 mió kr í 2018. Ársúrslitið var 126 mió kr sum skal samanberast við 108 mió kr í 2018.

Samlaði starvsfólkahópurin fekk 193 mió kr í løn samanborið við 180 mió kr árið fyri. Landið fekk 91 mió kr í tilfeingisgjaldi, skatti og uppboðssølugjaldi.

Fíggjarstøðujavnin hjá konsernini var 2,2 mia kr við ársbyrjan og harav var 1,5 mia kr eginogn.

Leiðslan er nøgd við úrslitið, stendur í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo